Fiskurin á Føroya Banka er rak

Líkt er nú til, at minkandi føði eisini er farin at gera vart við seg á Føroya Banka. Toskur, hýsa og upsi eru eini 8-10% meiri rak nú enn fyri einum ári síðani. Hetta vísa nýggjastu kanningarnar, sum fólk frá Fróðskaparsetrinum og Fiskirannsóknarstovuni gjørdu við Magnusi Heinasyni á Føroya Banka, 11.-16. september í ár

Minkandi føði

Seinastu árini hevur fiskurin undir Føroyum verið rak, og serliga hevur hetta sæst aftur á toskinum. Virkisleiðslur hava gramt seg um, at minni úrtøka fæst burtur úr fiskinum. Kanningar hava tó víst, at fiskurin á Føroya Banka hevur verið væl fyri, og tað vístu seinastu kanningarnar eisini ? ella kanningarnar undan teimum, sum nú eru gjørdar.
Í døgunum, 11.-16. september, var Magnus Heinason aftur úti á Føroya Banka við fólki frá Fiskirannsóknarstovuni og Fróðskaparsetri Føroya.
Eyðfinn Magnussen, sum starvast á Fróðskaparsetrinum, sigur, at minkandi føði nú eisini er farin at gera vart við seg á Føroya Banka.
- Toskur, hýsa og upsi eru eini 8-10% meiri rak nú enn fyri einum ári síðani, sigur hann.
Fiskifrøðingar halda, at ov lítil gróður í sjónum er høvuðsorsøkin til, at fiskurin sum heild er rak. Í fjør var óvanliga lítil gróður, men kanningar fyrr í ár vístu, at gróðurin í ár er munandi størri, hóast hann er heldur minni enn miðal.

Smærri fiskur

Eyðfinn sigur, at kanningarnar, sum nú eru gjørdar á Føroya Banka, vísa eisini, at miðalveiðan av toski og hýsu er farin niður í helvt. Hinvegin er væl meira at fáa av upsa, men upsin er smáfallandi.
- Helvtin av upsanum var minni enn 50 cm til longdar. Miðallongdin fyri allan upsan var einans 53 cm. Eisini er meira til av tí smærra toskinum á Bankanum nú enn undanfarin ár. Hendan túrin var miðallongdin á toskinum 72 cm, og hetta er væl minni, enn miðallongdin hevur verið seinnu árini. Í seinnu helvt av nítiárunum var miðallongdin á toskinum á Bankanum út við 90 cm.
Kanningarnar hesaferð, sigur Eyðfinn Magnussen, vístu, at mest var til av 2 og 3 ára gomlum toski; hetta er fiskur, sum er umleið 50 og 65 cm til longdar. Miðallongdin á hýsuni var 43 cm, og mest var av støddunum, 25, 40 og 50 cm. Hetta er hýsa, sum er ávikavist 1, 2 og 3 ára gomul.

Heitari sjógvur

Mátingar av hitanum á Føroya Banka vístu, at sjógvurin við botnin er heitari nú enn seinastu undanfarnu árini. Miðalhitin hendan túrin var 11,24 stig, og tað er 0,32 stig heitari enn somu tíð í fjør, tá hitin var 10,92 stig.
- Enn er ov tíðliga at siga, um hendan gongdin fer at halda fram, men hesin hitavøkstur varð eisini staðfestur, tá ið yvirlitstrolingar vórðu gjørdar í vár. Tá var miðalhitin nevniliga 0,40 stig heitari enn á vártúrinum í 2002.
Túrurin hjá Magnusi Heinasyni á Bankanum hesaferð, var hin seinasti av heyst-yvirlitstrolingunum.
- Høvuðsendamálið var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa. Á túrinum varð veiða í vekt og tali skrásett, eins og longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning. Málið var eisini at skráseta vekt, tal og longdarbýti fyri øll fiskasløg, sum veidd vórðu á túrinum, eins og magakanningar vórðu gjørdar av toski, hýsu og upsa, sigur Eyðfinn Magnussen.