Nakrir útróðrarbátar í Norðoyggjum hava fingið væl av fiski, men teir fingu ikki nógv fyri fiskin, tá teir seldu á uppboðssøluni í dag. Tað sama var hjá einum trolbáti, sum hevði roynt eftir toski og hýsu.
Tilsamans vóru góð 20 tons av toski á uppboðsnum í dag. Tað mesta var toskur III, og hann fór fyri 13,34 krónur í meðal. Nevnast kann, at tann størsti toskurin fekk meðalprísin 14,14 krónur.
Hýsuprísurin var lágur í dag. Góð 15 tons vóru av hýsu, mest støddirnar II og III, og tær fóru fyri ávikavist 8,01 krónur og 7,53 krónur í meðal fyri kilo.
Nakað var av hvítingi, eini trý tons, og hann fór fyri 7,89 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 50 tons fyri 560.000 krónur í dag.