Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður endurgivið úr fyrilestri, sum Ragnar Nystøyl hevði á ráðstevnu í Bergen herfyri.
Norski granskarin vísti her á, at talan hevur verið um støðuga gongd í útboðnum av hvítfiski. Seinnu árini er útboðið av toski annars økt nógv, og hesin vøksturin hevur verið orsøk til, at prísurin á hvítfiski er fallin nógv.
Nú verður ikki roknað við stórvegis øking í útboðnum longur, og tí fara prísirnir aftur at hækka, heldur Nystøyl.
Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at nøgdin av toski, sum varð landað í 2013, var tann sama sum varð landað í 1997, tá samlaða veiðan av atlantiskum toski var 1,4 mió. tons. Útflutningsprísurin á toski er seinastu árini fallin úr 35 krónum niður í 18 NOK pr. kilo.
Tað er ES marknaðurin, sum tekur ímóti teimum størstu nøgdunum av toski og hvífiski annars. ES tekur ímóti umleið 80 prosent av toskinum. ES keypir umleið 1,4 mió. tons av toski um árið og 3 mió. tons av hvítfiski tilsamans. USA tekur ímóti uml. 900.000 tons, Russland nærum 600.000 tons og Japan undir 500.000 tons.










