Fiskur venist við seismikk

Einki bendir á, at fiskur verður stygdur av Landgrunninum orsakað av seismiskum virksemi. Hetta sigur Fiskirannsóknarstovan í bóklingi, sum greiðir frá árinunum seismiskar kanningar hava á fiskiskapin

Fiskivinna: Fiskirannsóknarstovan hevur givið út bóklingin "Seismikkur og fiskiskapur ? Hvat siga fiskimenn?". Fiskirannsóknarstovan kannaði í 1999 árinini á fiskiskapin undir Føroyum av seismiskari skjóting, og er tað úrslitið av hesum, ið er greitt frá í bóklinginum.
Áhugin fyri at leita eftir olju undir Føroyum er vaksandi, og hevur hetta tí sjálvsagt eisini eina ávirkan á tali av seismiskum kanningum, ið verða gjørdar undir Føroyum. Síðani 1993 eru seismiskar kanningar gjørdar á hvørjum ári. Fiskimenn hava gjørt vart við, at seismisku kanningarnar tarna fiskiskapin, og halda teir eisini, at hetta styggir fiskin, og at fiskiskapurin versnar.
Eftir úrslitunum hjá Fiskisannsóknarstovuni at døma, bendir onki á, at fiskur verður stygdur burtur, tí seismiskar kanningar verða gjørdar. Henda niðurstøðan er tikin út frá veiðudagbókunum hjá skipunum. Ein møgulig ávirkan varðar bert í stutta tíð, og miðalveiðan, hvønn dag, broytist av náttúrligum orsøkum.
Seismiskar kanningar hava verið gjørdar javnan síðani 1995. Fiskur kann venjast við ljóð, og kann hetta verða ein orsøk til, at í 1997 sæst lítil ávirkan á fiskiskapin. Ljóðið frá seismisku kanningunum hoyrist víða, og kann fiskurin tey tvey árini talan er um hava vant seg við ljóðið, og harvið hava fyrstu seismisku kanningarnar stygt meira fisk enn tær seinnu.