Fiskur til barnakonur

Nýggjar kanningar á Harvard Medical School í Boston vísa, at jú meira fisk barnakonur eta, tess betur verður heilin hjá børnunum útviklaður

Hóast tað er gott fyri barnið, at mamman etur nógvan fisk, má hetta tó vera fiskur við minst møguligum kyksilvurinnihaldi, verður sagt í kanningini, sum stendur í tíðarritinum "Environmental Health Perspectives".