Havmylluparkir vísa seg at hava positivan týdning fyri fiskasløg og fiskastovnar.
Líkt er soleiðis ikki til, at fiskur hevur nakrar trupulleikar við at halda seg upp at hesum myllum, har fóturin stendur niður á botnin.
Tað vísir seg nevniliga, at myllurnar geva fiskinum eitt uppvakstrarstað við nógvari føði, og soleiiðis eru hesar havmylluparkir eisini vorðnar eitt stað, har fleiri nýggj fiskasløg eru staðfest.
Tað eru granskarar hjá DTU Aqua, sum hava kannað árinini, sum havmyllurnar hava á fiskastovnar.
Umframt, at havmyllurnar koma umhvørvinum á landi til góðar, bendir alt á, at fiskur eisini trívist við teimum og rundan um tær.
- Vit hava ikki staðfest nøkur negativ árin í havinum, siga tey, sum hava kannað hesi viðurskifti í Danmark.