Tað var ikki bara pappír og ymiskt annað rusk og órudd, sum lá í havnargøtum í morgun.
Ein lesari hevur sent okkum nakrar myndir sum vísa, at eftir Sundsvegnum lógu eisini nakrir kruvdir fiskar og rókust.
Á myndini ovast síggjast tríggir fiskar, men aðrastaðni eftir vegnum vóru eisini einstakir fiskar at síggja.
Hvør samanhangurin er, visti lesarin ikki, og tað vita vit heldur ikki.
Nærliggjandi er at hugsa sær, at onkur, sum hevur havt fisk í einum viðfestivogni, helst hevur mist nakrar fiskar av á vegnum.
##med2##