TÓNLEIKUR
- Turkaðan fisk frá Høvdavirkinum og spik frá grindaformonnum. Tað er feitt, sigur Kaj Johannesen, formaður í Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, sum aftur í ár skipar fyri ólavsøkukonsertini í Kommunuskúlagarðinum í Havn 27. juli.
Hann vísir á, at pylsur, candy floss og aðra útlendska evju kanst tú altíð fáa á ólavsøku, og tí verður eitt serligt tjald sett upp á ólavsøkukonsertini hesaferð. Konsertin er fyri allar aldursbólkar, men tú skalt vera 18 ár fyri at sleppa inn í tjaldið at keypa fisk, spik og møguligar drykkjuvørur.
Á flestu størru tiltøkum hevur verið skeinkiloyvi hetta summarið, eftir at rúsdrekkalógin varð broytt herfyri, og hesum tekur Kaj Johannesen undir við.
- Vit hava skipað viðurskifti á ólavsøkukonsertini. Menn eru eisini givnir at selja jørð fyri at keypa sær eina øl!
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vilja ikki kappast
Formaðurin vísir á, at teir ikki hava ført nakra lýsingarherferð, av tí at tey ikki vilja taka nakað frá festivalunum, sum tey í FUT bara meta vera føroyskum tónleiki og føroyska summarinum at frama.Tó hava smáir lýsingarlepar ligið frammi á kaféum og ymsum samkomustøðum seinastu tíðina, har FUT m.a. kann avdúka, at íslendski superbólkurin Mezzoforte, Lena Anderssen og Eyðun Nolsøe Band spæla á konsertini í ár. Harafturat verða Pop-top-vinnarin, Crawling Blue, Gunnar og Maria Guttesen, Kristleif Zachariassen, einstaklingurin Marius, EGR2PLZ, Dreams, Side-Effect og tann danski djin, Beatboy, sum syngur rútmur í mikrofonina, við hesaferð.
Sum rosinurnar í pylsuendanum hevur FUT fingið MC-Hár at enda konsertina, og Brekku-Brothers spæla í tjaldinum.
Kaj Johannesen sigur, at tað als ikki er torført at fáa útlendskar bólkar hendanvegin at spæla, tí ólavsøkan í sær sjálvum er verd at uppliva. Men tað er ikki verri, um dygd er í.
- Tú stendur og skal velja millum Nik og Jay ella Mezzoforte, men musikararnir í Mezzoforte hava prógvað, at teir eru dugnaligir, sigur Kaj Johannesen, sum avdúkar, at Mezzoforte kemur hendanvegin kjalarvørrinum á Hoyvíkarsáttmálanum, avt í at umboð fyri FUT vóru í Reykjavík til eitt AME-tiltak, har bólkurin spældi. Mezzoforte plagar eisini at fáa góð ummæli í tónleikatíðarritum, og hetta hevur eisini gjørt sítt til, at teir aftur eru bjóðaðir til Føroya. Orsøkin til, at Tim Christensen varð boðin hendanvegin í fjør var m.a. eisini av tí, at hann hevði dugnaligar tónleikarar við sær.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Møta rættstundis
Formaðurin í FUT leggur dent á, at talan er um eina konsert og ikki ein festival, har yvirskotið fer til tónleikin. Ætlanin er at leggja pening til síðis, so felagið kann skipa fyri smærri konsertum í vetur, tá annars lítið hendir.
Á ólavsøkukonsertini er bara ein pallur, og í hesum eru bæði fyrimunir og vansar. Tað góða við hesum er tó, at føroyskir tónleikarar noyðast at møta rættstundis. Kaj Johannesen greiðir frá, at í fjør kom ein bólkur ov seint. Hetta ávirkaði alla konsertskránna, og hesin bólkurin sleppur ikki við aftur.
- Musikararnir læra at laga seg til tíðina, og tað er týðiligt, at ein broyting er farin fram eftir Prix Føroyar, sigur Kaj Johannesen.
Annars fyllir ólavsøkukonsertin 20 ár í ár. Aftur í ár hevur Anker Eli Petersen myndskrýtt lýsingarleparnar fyri konsertina, og tað var eisini hann, sum á sinni gjørdi Futta, maskottin hjá FUT.
MYNDATEKSTUR:
Kaj Johannesen er formaður í FUT, sum ikki vil kappast við festivalarnar.
- Ólavskukonsertin er ein konsert!