Annað umfar í undankappingini í Prix Føroyar 2005 gjørdist eitt hart og tætt umfar. Sera hørð kapping um tey bæði plássini í semifinaluni.
Góðir bólkar kappaðust, hóast talan var um royndar og óroyndar bólkar. Og kanska truplast av øllum fyri teir, sum døma skuldu, so vóru bólkarnir sera ymiskir. Og óivað er tá trupult at sammeta og døma.
Vátt
Men alt í alt gjørdst tað váta elementið, sum lá eftir omaná. Hóast kava og kulda, so vóru Makrel og All That Rain heitastu nøvnini og tryggjaðu sær sess í semifinaluni í Trongisvági 2. apríl.
Neyvan nakar fór heilt skuffaður aftur til húsa leygarkvøldið, tí talan var um eitt av allar harðastu umførunum nakrantíð. Sera góðir bólkar og sera ymiskir, so ongin rættiliga kundi siga seg sita við einum boði uppá, hvussu endaliga úrslitið fór at ljóða.
Tætt var millum bólkarnar og spenningurin stórur. Stóra spenni í stíli gjørdi óivað støðuna trupla hjá dómarunum.
Men tá Jákup Magnussen at enda kom á pall við tveimum brævbjálvum, so var navnið Makrel í øðrum og All That Rain í hinum.
Bilsnir og fegnir
Báðir bólkar vóru bilsnir og fegnir.
- Vit vónaðu, men gjørdust tó bilsnir, men eru sera glaðir. Nú skal vera veitsla í kvøld og so slappa vit av í eina viku, tí vit hava als ikki hugsað víðari enn hetta, segði ein fegin Rasmus úr Makrel eftir boðini um semifinaluplassið.
- Hetta kom púra óvæntað. Surprise!! Ja, vit eru sera fegnir, segði Henning úr All That Rain, tá teir fingu boðini um hitt semifinaluplássið.
Manningin hevði annars nevnt fleiri góð boð, t.d. Ph 5,5.
- Tá hann nevndi Makrel, so var eg ikki í iva um, at vit skuldu ikki vóna nakað meira. Men vit hava gjørt okkurt rætt, tí hetta var eitt sera tætt umfar. Kanska stílskiftið hevur gagnað, eg veit ikki, segði Henning, innan hann og hinir í bólkinum ovurfegnir skuldu á pall at spæla aftur.
Óivað av røttum hesir báðir bólkarnir, sum komu víðari, men sum tey siga í ítróttarheiminum, so mundu marginalarnir vera sera lítlir, so tøtt sum kappigin var.










