Fiskur og gass – hond í hond

Eldslogin stendur meir enn hundrað metur upp í polarluftina. Um nakrar vikur hvørvur login, og fyrsta gasslastin verður avskipað frá Melkøya. Um ein lítlan mánað er av álvara sett hol á eitt nýtt tíðarskeið í norsku olju- og gasssøguni

Snøhvit, Hammerfest: Klokkan 01.50 tann 21. august í ár. Tað er týsnátt. Fyri Noreg, og serliga fyri tann norðasta partin av Noregi, so er hetta ein søgulig nátt. Tað var klokkan 01.50, at gass fyri fyrstu ferð kom av Snøhvit-økinum og gjøgnum tey 143 kilometrar langu rørini heilt inn á gassverksmiðjuna á Melkøya í Hammerfest.

Og ovast á Melkøya sprændi ein eldslogi upp í polarnáttina. Hetta var prógvið fyri umheiminum um, at gass er á Snøhvit. Og nú byrjar gasstíðarskeiðið av álvara í Norður-Noregi.

 

Fiskafingrar

Fyri føroyingar og onnur, sum liva av fiskinum, so er navnið Hammerfest væl kent. Býurin bleiv brendur í grund av týsku nazistunum undir seinna heimsbardaga. Aftaná kríggi kom býurin aftur á føtur, og Findus-verksmiðjan bleiv bygd. Tað var flakavirkið og serliga fiskafingrarnir hjá Findus, sum skuldu skaffa pengar í kassan í Hammerfest.

Býurin, sum í dag hevur um 9300 íbúgvar, hevur livað av havinum, her hann liggur opin út móti Barentshavinum. Men fiskivinnan hevur ikki givið býnum nóg nógv til, at hann kundi vaksa.

Fólkatalið var á veg skeivan veg heilt fram til, at avgerðin bleiv tikin um at fara í gongd við at byggja Melkøya-verksmiðjuna til at framleiða flótandi nátúrgass (LNG – liquefied natural gas). Avgerðin um at Snøhvit-gassið skal í land á Melkøya bleiv tikin fyri góðum fimm árum síðani. Men oljuleitinginin í Barentshavinum byrjaði longu í 1980, og fysrtu fundini komu fyrst í áttatiárunum, skamt frá har Snøhvit liggur.

Og í býnum merkja tey broytingarnar. Tíðindastjóri hjá Statoil á Melkøya, Sverre Kojedal, sigur, at tá flest fólk hava arbeitt á Melkøya, so hava meir enn 3.000 arbeiðsfólk verið har. Fyri býin og flogvøllin hevur hetta verið krevjandi. Tey flestu hava búð úti á Melkøya, har ein egin býarpartur er settur upp, meðan arbeiðið er í gongd.

Men at flyta fólk aftur og fram hevur kravt sítt. Eini 30 bussar hava flutt fólk millum oynna og fastlandið. Eitt tað fyrsta, sum var gjørt, var at gera eiun undirsjóartunnil út til Melkøya. Á flogvøllinum hevur verið úr at gera, og aðrir flogvallir eru tiknir í brúk. Sjálvur flogvøllurin í Hammerfest er stuttur og kann bert taka ímóti smáum flogførum. Tí noyddist millum annað Atlantsflog at brúka flogvøllin í Alta, sum liggur ein góðan tíma við bussi frá Hammerfest, tá teir skuldu velja flogvøll har Aker-starvsfólkini úr Suður-Noregi skuldu setast av.

 

Skjótt er full ferð

Sverre Kojedal sigur, at hóast vit nú kunnu síggja sjónlig prógv fyri at gass er á Snøhvit, so liggja nógvir krevjandi tímar fyri framman.

- Tann 21. august er ein av fleiri týdningarmiklum døgum. Nú kemur gass inn til Melkøya, og tær næstu vikurnar brúka vit so til at fáa royndarkoyrt allar partarnar av verksmiðjuni. Eftir ætlan skulu vit byrja at framleiða LNG um hálvan september, og fyrsta lastin við einum LNG-báti verður avskipa um mánaðarskifti september-oktober, sigur Sverre Kojedal.

Hetta er samstundis sum Norsk Hydro og Statoil gerast til eitt stórt oljufelag.

Gassið frá Snøhvit kemur í einum 143 kilometra longum rørið, sum liggur á havbotninum. Á Snøhvit sæst einki omanfyri vatnskorpuna. Alt av pumpiútgerð liggur á botninum, meðan sjálvt eftirlitið við Snøhvit liggur inni á Melkøya.

Hettar er fyrstu ferð at roynt verður at framleiða gass so langt frá landi uttan boriplattform á norska sokklinum.

Útgerðin, sum verður brúkt, er ment til Snøhvit, og Statoil roknar við at hesin kunnleikin nú skal vera við til at menna nýggja útgerð, sum kann gera tað møguligt at framleiða gass og olju longur til havs, enn higartil hevur verið møguligt.

Sverre Kojedal sigur, at í dag er møguligt at fjarstýra ein gassbrunn sum liggur 150 kilometrar til havs, men at tøknin við meir menning kann brúkast kanska einar 500 kilometrar úr landi. Sum er, er lættari at fáa gass inn til lands á hendan hátt, meðan fjarstýrd oljuframleiðsla ikki kann framleiðast so langt frá landi.

- Men tað er bara spurningur um tíð, til tað er útgerð, sum kann framleiða bæði olju og gass langt til havs. Meðan eftirlitið fer fram á landi, sigur Kojedal.

 

Bara byrjanin

Fyri norðmenn er Snøhvit-ætlanin sera spennandi. Í Hammerfest vóna tey, at býurin fær somu framgongd sum Stavanger hevur fingið.

Snøhvit er fyrsti brunnurin, har gass verður framleitt, men fleiri onnur fund eru í hesum partinum av Barentshavinum. Eftir ætlan skal verksmiðjan á Melkøya byggjast út um nøkur ár til at gerast dupult so stór. Meir gass er funnið, og oljufeløgini vilja brúka Melkøya til at framleiða gass. Harafturat er olja funnið fleiri staðni í Barentshavinum, og minst tvey av hesum fundunum, millum annað Goliath, sum liggur nærhendis Snøhvit, eru nóg stór til at framleiða olju.

LNG-framleiðslan á Melkøya skal seljast til europeiska og amerikanska marknaðin. Minst eina ferð um vikuna vil ein LNG-tangabátur loysa, og seta kós móti USA ella Europa. Einar 70 avskipingar roknar Statoil við at tað fara at vera árliga. Leiðin til USA er í økinum millum Føroyar og Ísland.

Samstundis sum norski parturin av Barentshavinum er komin í gongd við sína gassøld, so bíða øll spent eftir, hvat russar fara at gera á Shtokmann-økinum. Har eru risalummar av gassi funnir – munandi meir enn á Snøhvit. Shtokmann liggur 500 kilometrar úr landi. Norðmenn hava einki ímóti, at Melkøya fær sín part av hesi útbyggingini. Fyribils er eingin avgerð tikin um, hvar russar vilja hava Shtokmann-gassið í land. Men óansæð hvussu tað verður gjørt, so noyðast nóg skip framyvir at sigla framvið norðurnorsku strondini – og tá verður Melkøya ein týdningarmikil partur av olju- og gassnetverkinum í Barentshavinum.

Í Hammerfest merkja tey broytingarnar. Húsaprísirnir eru í toppinum. Nýtt mentanarhús er í gerð, og millum fólk er lagið gott. Ein túr á kaffistovurbar í býnum prógvar tað mesta. Rættuliga nógvir nýggir Hammerfest-íbúgvar koma í heimin teir næstu mánaðarnar.