Í dag hevur fuglur verið seldur á marknaðarplássinum í Vágsbotni, og í løtuni standa fólk og selja fisk fyri Sjógæta. Vágsbotnur er meiri livandi, enn hann hevur verið áður, og serliga tá fólk standa á marknaðarplássinum og selja døgurðamat, kann rættiligt lív koma í.
Í dag hevur fuglur verið seldur í Vágsbotni, og í løtuni standa fólk, sum selja fyri Sjógæta, við eitt nú fiskaflaki, farsi og kjálkum.
Veðrið er gott í dag - millum ælini - og sólin dagar fram, tá løturnar eru.
Tá Portalurin var á marknaðarplássinum fyri løtu síðan, var maðurin, sum hevði gamlan havhest, farin, men enn stóðu tvær kvinnur og seldu alskyns sjógæti - frá Sjógæta.