Á flogvøllinum í Vágum seinasta hósmorgun hitti Sosialurin Richard Leonson, ið hevur starvast sum "handlingsmaður" á flogvøllinum í eini 40 ár. Hansara uppgáva er at fylla viðførið hjá ferðafólki, post og frakt í og úr flogførunum, sum koma og fara. Teir eru tilsamans átta mans ? fýra á hvørji vakt, sum taka sær av hesum arbeiði. Richard er royndur í leikum og hevur í síni longu starvstíð upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann var eisini staddur á flogvøllinum, 26. september í 1970, tá ið flogfarið úr Íslandi datt niður í Mykinesi.
- Tá sat eg her vesturi og tók telefonina, men eg visti av ongum, tá ið eg fór til hús hendan feigdardag, sigur hann.
Livandi hummari
Richard sigur, at nú hummaratíð er, fer fitt av livandi hummara av landinum við flogfari.
- Í morgun fóru soleiðis 37 eskjur, og viðhvørt fara einar 2-3 sendingar um dagin. Ein vanligan dag fara einar 60 eskjur við himmara av landinum.
Hann sigur, at eskjurnar, sum eru úr flamingo-tilfari, viga eini 13-14 kilo hvør.
Føroyskur hummari er sendur livandi av landinum við flogfari nú í nøkur ár.
Richard vísir á, at er tað soleiðis, at hummari, sum er komin vestur í Vágar, ikki fer avstað sama dag, tí pláss ikki er í flogførunum, kemur útflytarin vestur aftur eftir eskjunum og sleppur hummarunum í sjógv, til hann kemur vestur aftur við teimum.
Fiskaflutningur
Av og á hevur verið kjakast um, hví føroyingar ikki senda feskan fisk av landinum loftvegis, men hetta heldur Richard bara vera "snakk", sum hann tekur til.
- Tað fer at kalla eingin fiskur av landinum loftvegis, og tað er einki at siga til, tí tað riggar ikki at flyta fisk út í ferðafólkaflogførum.
Hann vísir á, at flogførini taka eini trý tons av farmi tilsamans, og tað er eingin nøgd at tosa um.
- Dryppar úr einum fiskakassa, er neyðugt at loysa einar túsund skrúvur, um fiskaroykurin skal fáast úr viðførisrúminum aftur. So, hetta er avgjørt ikki væl egnaður flutningur til fisk.
Richard Leonson heldur, at skulu vit tosa um veruligan loftvegis útflutning av fiski, er neyðugt við flutningsflogførum.
- Men eg dugi ikki at síggja, at tann stóri áhugin er fyri hesum, leggur hann aftrat.









