Vatntrot
- Vit vistu av ongum, fyrr enn boð komu frá kommununi um, at leki hevði verið á leiðingini ella goymsluni og at einki vatn var til virkið, sigur virkisleiðarin.
Jason Johannesen vísir á, at vatngoymslurnar í Miðvági eru stórar, og tá ið tað hevði regnað alla náttina fyri, mátti talan vera um ein ein stóran leka. Hvussu vorðið er, visti hann tó ikki at siga, tá ið vit frættu týsmorgunin.
- Vit fáa vatn úr vatngoymslunum hjá kommununi. Hetta er vatn, sum verður pumpað heim úr Søvágsvatni.
Fiskur bíðar
Jason sigur, at tey høvdu fisk niðurfyri til dagin í gjár og í dag.
- Hetta er hýsa, sum vit virka til portiónir.
Hann vísir á, at tað kostar virkinum einar 15.000-20.000 krónur í arbeiðslønum, tá ið fólk soleiðis møta til arbeiðis, men kortini einki fáa gjørt.
Virkið noyðist nevniliga at rinda arbeiðsfólkinum fyri tveir arbeiðstímar, hóast tey ikki sleppa til arbeiðis.
- Haraftrat kemur, at fiskurin, sum liggur á goymslu, verður nakað verri, enn hann hevði verið, um hann varð virkaður beinanvegin.
Jason vísir á, at prísmunurin á hýsu, sum verður virkað til portiónir og hýsu, sum fer í blokk, um fiskurin ikki er nóg góður, er einar 10-15 krónur fyri kilo.
- Vit brúka nógv vatn, men vit gjalda eisini fyri tað. Nú vit einki vatn høvdu í morgun, er neyvan nakar, sum endurrindar okkum fyri tapið, sigur virkisleiðarin.
Reint vatn
Jason Johannesen sigur, at framleiðslan á virkinum í Miðvági lá still í tríggjar vikur í juli, tá ið fólkið var í summarfrí.
- Heldur lítið fiskaarbeiði hevur verið fyrr í summar, men síðan vit byrjaðu aftur, 2. august, hevur arbeiði verið meira støðugt.
Virkisleiðarin sigur, at eingir trupulleikar hava verið við vatninum í summar.
- Síðan slangurnar, sum liggja út í Sørvágsvatn, vórðu lagdar longur út á vatnið, hevur vatnið verið gott.
Jason Johannesen sigur, at hóast vatnið er reint, nýta tey kortini altíð nakað av klori í framleiðsluni.
- Hetta er fyri at tryggja, at ongar bateriur eru í framleiðsluni, sigur hann.










