Síðstu árini hava røddir verið frammi um, at fiskur og omega-3 feittsýrur verja móti krabba. Samstundis hevur ivi verið um umhvørvisdálking í fiski ávirkar vandan fyri bróstkrabba.
Men hvørki nøgdin ella slagið av fiski hevur nakran týdning, tá umræður vandan fyri bróstkrabba. Hetta vísir ein kanning, sum evropiski kanningarstovnurin EPIC (The European prospective Investigation into Cancer and Nutrition) hevur gjørt, har umleið 311.000 europiskar kvinnur lurtóku.