Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini á Fiskamarknaði Føroya í gjár var samanlagt 10,50 krónur fyri kilo, sum er væl meiri enn miðalprísirnir seinasta hósdag og fríggjadag. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár sløk 330 tons á uppboðssølu fyri góðar 3,4 miljónir krónur.
Góð 124 tons vóru av toski, harav nøgdirnar av toski 3 og toski 4 vóru tær størstu, ávikavist 50 og 41 tons. 20,2 tons vóru eisini av toski 2.
Miðalprísurin fyri tosk 3 og 4 var ávikavist 11,77 og 9,47 krónur fyri kilo.
Góð 75 tons av hýsu vórðu eisini seldu á marknaðinum í gjár, og her vóru nøgdirnar av hýsu 2 tær størstu. Hýsa 2 fekk miðalprísin 10,09 krónur fyri kilo.
Eini 50 tóns vóru av brosmu, og besti miðalprísurin fyri brosmu var slakar 7 krónur fyri kilo.
35 tons vóru av longu, og besti miðalprísurin fyri longu var 10,45.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini á Fiskamarknaði Føroya í gjár var samanlagt 10,50 krónur fyri kilo.
Hetta er væl betri miðalprísur enn við søluna seinasta hósdag og fríggjadag, tá væl av upsa eisini fór um uppboðssøluna.