Fiskivinnutingið verður mikudagin

Mikudagin komandi – 16. august – verður árliga Fiskivinnutingið í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagin.

Frá fiskivinnutingi í Klaksvík Mynd: Dávur Winther

Fiskivinnutingið, sum verður fyriskipað av Føroya Fiskimannafelag, verður í Ósá-skúlanum og byrjar kl. 18.30. Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber til at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løtuni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?

 

Lagt verður upp til, at evnið skal viðgerast við atliti at tveimum ymiskum produkt-sporum:

a) Eru ótroyttir møguleikar fyri virðisøking av fiskatilfeinginum, tá ið tað kemur til matvørur úr fiski (fiskur í dósum og aðrar liðugvørur, nýggjar tøkniligar viðgerðir av rávøruni osfr.)?

b) Hvørjir eru møguleikarnir fyri virðisøking av fiskatilfeinginum við øðrvísi produktum, tvs. vørum úr fiski, grundaðar á biotøkni o.l. (kend dømi: plástur úr skræðu, lýsi o.l., tablettir)?

Tríggjar framløgur vera:

1) Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands: Virðisøking – royndirnar í Íslandi

2) Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum: Virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfel-ags¬búskap¬ar¬ligum høpi – fyrimunir, møguleikar og avbjóðingar

3) Ben Arabo, stjóri í Framtaki: Fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum

Pallborðsorðaskifti

Pallborðið verður mannað við umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi. Hvørt umboðið fær fimm minuttir til at seta fram tær visiónir og ætlanir, ið flokkur teirra hevur á økinum. 

Fólkaflokkurin: Árni Skaale

Sambandsflokkurin: Johan Dahl

Javnaðarflokkurin: Uni Holm Johannesen

Tjóðveldi: Dennis Holm

Framsókn: Árni M. Dam

Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen

Eftir innleiðandi umfarið verður orðaskifti

 

 

Frá fiskivinnutingi í Klaksvík Mynd: Dávur Winther