Fiskivinnutingið 2011

Ikki færri enn 14 stuttir fyrilestrar vórðu hildnir á Fiskivinnutinginum 2011, sum var hildið í Norðurlandahúsinum týsdagin. Sosialurin fer næstu blaðdagarnar at venda aftur til ymiskt av tí, sum sagt varð hendan dagin

FISKIVINNUTING

Týsdagin skipaði Havstovan fyri fiskivinnutingi í Norðurlandahúsinum, har nógvir áhugaverdir fyrilestrar vórðu hildnir.
Ymiskar yvirskriftir vórðu valdar til ymisku fundarpartarnar, men aðalyvirskriftin var um burðardyggleika og lønsemi í føroyskari fiskivinnu.
Fyrrapartin vóru fleiri fyrilestrar, og tað var Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, sum legði fyri. Næstur honum var formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, og síðan hevði Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, orðið.
Auðun Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarfelag, kom síðan, og fyri orðaskiftið, sum Helgi Jacobsen, miðlafólk, tók sær av, segði Maria Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, eisini nøkur orð.
Yvirskriftin til tað, sum hesi fimm umrøddu, var: ”Hvussu verður fiskivinnan undir Føroyum burðardygg og lønandi? – Hvat heldur vinnan?”
Eftir kaffisteðg fyrrapartin var yvirskriftin: ”Kann fiskivinnan undir Føroyum gerast meiri burðardygg og lønandi”.
Tey, sum nú høvdu orðið, vóru: Petur Steingrund, sum umboðaði Havstovuna, Bjarni Arnason hjá P/F Nota og Mortan Johannesen, skipari og útróðrarmaður gjøgnum mong ár.
Eftir døgurðasteðgin var yvirskriftin: ”Hvussu kundi tað verið?
Nú høvdu Herman Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya, Janus Petersen, fyri Felagið Peningastovnar, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni og Jákup Poulsen, Sp/f Inspect, orðið.
Út á seinnapartin var ein yvirskrift eftir ”Viðkomandi mál”, og tá tosaði Jóhannes Jacobsen um ”Tilfeingisgjald – hvat er tað?” og Hjalmar Hansen um ”Hvussu verður í 2018?”.
At enda var orðaskifti, sum Hjalti í Jákupsstovu, fyrrverandi stjóri á Havstovuni, leiddi.

Meiri tilfar
Sosialurin fer at endurgeva ymisk úr tí, sum sagt varð á Fiskivinnutinginum 2011, men alt kemur ikki við, tí til tess er tilfarið alt ov rúgvismikið.
Í dag hava vit tað, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði, tá hann beyð vælkomin, og vit fara eisini at endurgeva nakað av tí, sum Mortan Johannesen, útróðrarmaður, segði.