Fiskivinnuting útsett vegna sáttmálatrætu

Fiskivinnutingið, sum ætlandi skuldi verða í Norðurlandahúsinum 3. februar, verður nú í staðin 22. mars. Tað er ein stýrisbólkur, sum skipar fyri tinginum. - Tillaging er neyðug í høvuðsvinnuni.

Tað segði løgmaður, Kaj Leo Johannesen, millum annað í nýggjársrøðuni.

Á heimasíðuni hjá Havstovuni verður sagt, at fiskivinnutingið, sum ætlandi skuldi verða í Norðurlandahúsinum 3. februar, varð útsett vegna sáttmálatrætuna millum reiðarar og manningarfeløg.

Nú er so ásett, at tingið í staðin verður 22. mars. Lagt verður fyri stundisliga klokkan 9, og sambært skránni varar tingið til klokkan 17.

Havstovan heldur, at ósemjan millum reiðarafelagið og manningarfeløgini og húsagangurin í Føroya Fiskavirking eru talandi dømi um, at onkrar munagóðar tillagingar mugu gerast í fiskivinnuni.

- Sum eitt íkast til orðaskiftið um neyðugu tillagingarnar verður skipað fyri fiskivinnutinginum.

Havstovan vísir á, at luttøkugjaldið er 500 krónur fyri hvønn, og við í hesum prísi er kaffi á morgni og seinnapart umframt miðmáli mitt á degi.

- Boðast kann frá luttøku umvegis heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum, sigur Havstovan.

Í stýrisbólkinum fyri fiskivinnutingið eru Viberg Sørensen (Føroya Reiðarafelag), Jan Højgaard (Føroya Fiskimannafelag), Bjarni Arnason (P/F Nota) og Eilif Gaard (Havstovan).