Fiskivinnuting í Klaksvík

Í sambandi við Føroya Sjómannadag, varð í gjár skipað fyri fiskivinnutingi á Skúlatrøð, har hópur av fólki møtti.

Orð og myndir: Dávur Winther.

Í sambandi við Føroya Sjómannadag, varð í gjár skipað fyri fiskivinnutingi á Skúlatrøð, har hópur av fólki møtti.

 

Byrjað varð longu kl. 17 við Havstovuni, sum legði fram um støðuna hjá toska- og hýsustovnunum og annars um umhvørvið á landgrunninum seinastu árini.

 

Hjálmar Hátún, havfrøðingur greiddi frá um havfrøðilig viðurskifti; Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni greiddi frá um æti og yngul; Jan Arge Jacobsen, lívfrøðingur greiddi frá um føði hjá makreli á landgrunninum og Petur Steingrund, lívfrøðingur greiddi frá um støðuna hjá toski og hýsu.

 

Síðani var ein steðgur, har boðin varð hin tiltikna høvda- ella fiskasúpanin frá Muntra.

 

Eftir tað legði Hanus Samró fram nýggju bókina "Stríðið um fiskimarkið". Síðani kom Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur við einum fyrilestri um føroyskan fiskivinnubúskap, har hann m.a. vísti á, at fiskivinnan hevur ein fallandi týdning í samlaða búskapinum – Hetta eisini sum eitt upplegg til kjakfundin, ið var aftaná.

 

Kjakið varð skipað millum politisku flokkarnar, har Helgi Jacobsen, tíðindamaður og rithøvundi, ið hevur drúgvar royndir í miðlunum innan fiskivinnupolitikk, stýrdi orðaskiftinum.

 

Við panelborðið sótu: Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, Jørgen Niclasen formaður Fólkaflokksins, Kaj Leo Holm Jóhannesen formaður Sambandsflokksins, Aksel V. Jóhannesen formaður í Javnaðarflokkinum, Jógvan Skorheim formaður í Nýtt Sjálvstýrið, Høgni Hoydal formaður í Tjóðveldi, Karsten Hansen fyri miðflokkin og Poul Michelsen formaður í Framsókn.

 

Eisini var høvið hjá fólki úr salinum at seta fram spurningar. Orðaskiftið bleiv kanska nakað drúgvt og klokkan gjørdist nærri 22, tá ið fólk fóru til hús - mettað av góðari súpan og nógvum ymiskum politiskum hugsjónum.