Fiskivinnutingið 2012 verður á Hotel Føroyum fríggjadagin hin 16. november.
Tingið fer at seta kikaran á, hvussu vit fáa lønsemi í allan fiskiflotan, hvussu vit fíggja íløgur í vinnuna, hvussu høvuðsvinnan fær góðar og støðugar karmar, um fiskurin er ogn Føroya fólks, og hvat er avgerandi fyri, at tey ungu velja sær fiskivinnu sum lívsleið.
Tingið verður skipað við framløgum, hugleiðingum og kjaki.
Tað er Fiskimálaráðið, sum skipar fyri Fiskivinnutinginum 2012 og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur tingið. Tá tað líður nakað út á seinnapartin, fer Jákup Weihe at taka samanum.
Skráin fyri Fiskivinnutingið 2012 kann lesast á heimasíðuni hjá Fiskimálaraðnumá www.fisk.fo









