Í døgunum 7.-9. oktober verður danski býurin Ålborg karmur um DanFish International fiskivinnustevnuna Fiskivinnustevnan verður hildin í Aalborg Messe- og Kongrescenter, og við verða fleiri enn 300 luttakarar, sum fara at vísa fram sítt útboð.
Framsýningin verður á tilsamans 9000 fermetrum, og sambært fyrireikarunum verða bæði framsýnarar og stevnugestir úr fleiri heimspørtum.
DanFish stevnan letur upp mikudagin 7. oktober og verður opin mikudagin og hósdagin frá klokkan 10-17. Fríggjadagin 9. oktober letur stevnan uppaftur klokkan 10, og klokkan 16 fríggjadagin lata hurðarnar aftur.
Meðan stevnan verður hildin, verða eisini fyrilestrar og onnur tiltøk, sum eisini stevnugestirnir kunnu verða við til.
Hósdagin á stevnuni verður ?Bláa prógvið? handað nýútbúnum fiskimonnum.
Hetta fer fram á bási C228, sum Danmarks Fiskeriforening og Danske Fiskeres PO hevur á DanFish International.










