Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, heldur, at skipanin, har politikarar deila rættin til tilfeingið út, eigur at broytast.
- Vit eru betur fyri enn íslendarar. Vit hava 2018 inni í lógini, tað vil siga, at vit hava møguleika fyri at gera eina nýggja skipan, har fiskirættindi verða deild út eftir einum objektivum leisti, sum tekur atlit til øll áhugamál, sigur Halgir Winther Poulsen.
Hann heldur, at trupulleikin eigur at vera loystur á einum breiðum grundarlag. Um ikki verður lógin bara broytt aftur, tá nýggir politikarar koma til.
- Vit kunnu ikki blíva við at tosa um hetta her. Politikarar eiga at seta eina arbeiðsnevnd, sum kann koma við einum tilmæli um, hvussu veiðirættindi skulu skrivast út, út frá einum objektivum grundarlagi, sum tekur atlit til øll áhugamál, sigur Halgir Winther Poulsen.
Í dag eru ongar reglugerðir, men fiskivinnumálaráðharrin avger, hvussu veiðirættindini skulu býtast.
Halgir Winther Poulsen heldur ikki, at skipanin, har politiska valdi deilir so stór virðir út, er góð fyri politisku skipanina.
- Tað má vera ein øgiligur ágangur á ein politikara, sum skal deila so stór virðir út. Hetta er ikki gott fyri nakran, heldur ikki politisku skipanina, tí uttan mun til, um politikarin er erligur og reiðiligur, so vil hann altíð verða illtonktur fyri at taka atlit til vinir, og familju og kenningar.










