Fiskivinnuskúlin vann

Leygardagin var føroyska endakappingin í European Business Game hildin í Eysturskúlanum í Havn og enn einaferð vóru tað næmingar úr Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum fóru við sigrinum. Bólkurin úr Vestmanna ætlar at vinna kollagen úr fiskaskræðu

Fyri tveimum árum síðani tóku føroyskir næmingar á fyrsta sinni lut í altjóða endakappingini í European Business Game. Føroysku umboðini vóru næmingar við Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, og teir gjørdu ikki mætari enn at vinna kappingina.

Í fjør luttók ein bólkur frá Studentaskúlanum í Hoydølum í endakappingini, og teir endutóku bragdi hjá Fiskivinnuskúlanum við at gerast nummar eitt.

Í ár verður altjóða endakappingin í Italia og um vikuskiftið skuldi finnast fram til, hvør bólkur skuldi umboða Føroyar til hesa kapping.

Eysturskúlin var leygardagin ramma um føroysku endakappingina og tríggir bólkar vóru við.

Ein bólkur av Fiskivinnuskúlanum og tveir av Studentaskúlanum og HF-skeiðnum.

Og vinnarin - og føroyskt umboð í endakappingini - gjørdist bólkurin úr Vestmanna.

Teirra uppskot var so gott, at dómsnevndin helt, at stýrisbólkurin aftanfyri European Business Game í Føroyum eigur at gera alt fyri, at upskotið, sum í uppgávuni er fiktión, verður sett í framleiðslu, tí hetta er ikki roynt nakrastaðni í heiminum fyrr, men granskingarstovur kring heimin arbeiða nógv við júst at finna fram til hvussu framleiðsla kann setast í gongd.


Kollagen úr

fiskaskræðu

Sum nevnt snýr uppgávan seg um, at vinna kollagen úr fiskaskræðu til nýtslu í kosmetikk ídnaðinum.

Evni skal brúkast til andlitssmyrsl soleiðis at elastisku evnini í húðini, sum vikna við árunum, verða hildin við líka.

Tann framleiðslan sum er í løtuni byggir á aldan fisk, sum ofta er fongdur við sjúkum og m. a. hetta er ein orsøk til, at EU frá 1. januar ár 2000 fer at krevja, at rávøran skal verða »sjúkuleys«.

Júst hetta gevur okkum føroyingum ein framúr góðan møguleika, tí umhvørvi og havið kring okkum er so reint, og tí verður júst okkara rávøra sera áhugaverd.

Í uppgávuni hava næmingarnir roknað við eini rávørunøgd uppá umleið 40.000 tons, og tá øll viðgerðin er liðug er endaliga úrtøkan umleið 440 tons av kollagen.

Hetta er, sambært Johild Joensen bert ein dropi í havinum, men um tað er neyðugt, so kunnu føroyingar útvega meiri rávøru úr Íslandi, sum eisini hevur sera reint umhvørvi.


Dýr framleiðsla

Tá tað verður brúkt so nógv kollagen í smyrslframleiðsluni, so er tað nakað sum bendir á, at tað er ein dýr vøra.

? Jú, so er. Kilopsrísurin liggur í løtuni ímillum 200 og 300 krónur, men tá skal ein hava í huga, at framleiðslan er ótrúliga dýr.

? Øll framleiðslan gongur fyri seg í afturlatnum umhvørvi, og er teldustýrd. Hetta ger, at íløgutørvurin er rættiliga stórur. Krøvini til dagføringar eru eisini stór, men tað skuldu verið góðir møguleikar at fingið eitt gott avkast um ein slík framleiðsla varð sett í verk.

Sambært Johild Joensen, Jan Mortensen og Sólbjørn Kjærbæk, sum vóru við í vinnandi bólkinum, so er kollagen framleiðsla eitt rættiliga torført øki at koma inn á.

? Tað verður granksað nógv í júst hesum av teirri orsøk, at heilsukrøvini gerast alt strangari, sigur Johild Joensen.

Hvussu hava tit so borið tykkum at vi at útvega tykkara upplýsingar?

? Vit vóru sera hepping við valið av virkisráðgeva. Hann kendi nógvar av teimum persónunum, sum vit skuldu hava fatur á, og tann vegin fingu vit eina rúgvu av upplýsingum, sum vit kanska ikki høvdu fingið fatur á annars, sigur Johild Joensen, sum leggur afturat, at alr arbeiði er gjørt úr Vestmanna um telefon, faks og internet.

At tað verður arbeitt nógv á hesum øki, sæst kanska best við, at næmingarnir úr Vestmanna longu hava fingið fyrispurningar frá einari stórari fyritøku, sum fevnir um alt Evropa.

Henda fyritøkan er sinnað at keypa tað vitan, sum næmingarnir hava fingið við at arbeiða við hesi uppgávuni.


Góð hjálp til skúlan

Teir tríggir næmingarnir við Fiskivinnuskúlan dylja ikki fyri, at hetta at verða við í eini slíkari kapping, kann fara at gerast teimum ein ótrúlig hjálp frameftir.

? Vit hava marknaðarføring og fyriskipan í skúlanum, og skulu til próvtøku seinni í ár. Tá fáa vit gagn av arbeiðinum, sum liggur aftanfyri uppgávuna.

Kann tað gerast ein fyrimunur tá tit skulu út at finna arbeiði?

? Tað er ikki óhugsandi. Tveir av teimum næmingunum, sum vunnu fyri tveimum árum síðani eru nú í leiðandi størvum í fiskiídnaðinum, so tað er ikki til skaða.

Hvussu leingi hava tit arbeitt við uppgávuni?

? Vit byrjaðu í september mánaða og hava arbeitt síðani tá. Alt arbeiði er gjørt í frítíðini og tað hevur tikið nógva tíð, men vit hava fingið ótrúliga nógv burturúr - og nú hava vit púra gloymt, hvussu nógva tíð vit hava brúkt til uppgávuna, sigur Johild Joensen skemtandi at enda.