Tíðin krevur, at tú dagførir tína vitan, og hetta er ikki minst galdandi fyri matvøruframleiðandi virki, sum virka til útflutnings ella til heimamarknaðin
Skeiðsrøðin vendir sær til matvøruframleiðandi virki á sjógvi og landi, sum longu hava eitt innaneftirlit, og tey virkini, sum framleiða til heimamarknaðin, og sum hava fingið boð um at skipa eitt innaneftirlit. Hetta merkir, at skeiðið er ætlað stjórum, góðskuleiðarum, formonnum og starvsfólki, sum hava ein virknan leiklut í innan-eftirlitsarbeiðnum og í framleiðsluni á virkinum.
Endamálið við skeiðnum er at flyta og betra hugburðin hjá luttakarunum og at økja um vitanina um matvørutrygd og innaneftirlit. Frálæruhátturin verður dynamiskur og akti-verandi. Evnini á skeiðnum verða viðgjørd úr ymsum sjónarhornum.
Málið við skeiðnum er, at luttakararnir skulu uppliva eitt áhugavert og spennandi skeið, at teir skulu fáa væl burturúr, og at evnini skulu vera viðkomandi. Undirvísingin verður á einum støði, har øll kunnu luttaka. Skeiðið er skipað við fyrilestrum, sum fólk frá vinnuni og tí almenna halda, og við kjaki og bólkaarbeiði. Luttakararnir fáa ikki nógv tilfar at lesa, men avrit av framløgum, og teir læra eisini, hvussu teir kunnu halda sína vitan viðlíka.
Tað serliga við hesum skeiðnum er ein uppfylging, sum er íroknað kostnaðin. Tá skeiðið er liðugt, bjóða fyrireikararnir seg til at koma út á arbeiðsplássini (2 tímar) at ráðgeva um ítøkiligar spurningar í sambandi við matvørutrygd og innaneftirlit.
Skeiðið verður skipað í tríggjar eindar á 2 dagar í mars og apríl, og kostnaðurin er 10.500 kr.