Fiskivinnuskúli við til at mynda framtíð

LEYGARDAGIN var stórt og áhugavert tiltak í Eysturskúlanum í Havn ?European Business Game?. Hetta tiltakið hevur verið fastur táttur á hvørjum ári nú í fleiri ár og hevur føroyska luttøkan veruliga skapt bæði áhuga og virðing um Føroyar og fólkið her býr.

Ikki færri enn tvær ferðir hevur føroyski luttakarin í hesi kapping vunnið endaligu kappingina, har fólk undir útbúgving í øðrum londum í Europa hava verið okkara kappingarneytar. Endamálið við hesum tiltaki er at fáa ung serliga, sum eru undir útbúgving at seta skúlagongdina í sambandi við gerandisdagin tvs. at kunna brúka teori í praksis. Tað er sjálvandi stórur spenningur um at sleppa við til endaligu kappingina og í hesum sambandi er eisini sera hørð kapping millum teir ymsu skúlarnar í Føroyum. Í ár - og hetta er ikki fyrstu ferð - vóru tað næmingar frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum fóru avstað við sigrinum - og harvið skulu umboða Føroyar, tá londini í Europa skulu kappast um ta bestu verkætlanina. Skúlin vann eisini tí endaligu kappingina fyri tveimum árum síðani.


EFTIR okkara tykki geva vit fiskivinnuskúlanum í Vestmanna ov lítið gætur - og her vilja vit eisini fegin taka í egnan barm. Hesin skúli hevur so sanniliga ikki havt tað lætt, tá hugsað verður um tær umstøður, sum okkara politikarar hava viljað givið skúlanum. Tað er líkasum, at føroyingar ikki trúgva uppá okkum sjálvar, tá tað ræður um at útbúgva seg innan fiskivinnuna. Tað er sum um, at man tekur hetta við fiskaarbeiði sum eina sjálvfylgju, nakað, sum man hevur fingið í beinið við føðingini. Slíkan hugsannarhátt mugu vit sleppa, og tað er júst hetta tey mongu fólkini, sum hava stríðst fyri og stríðast fyri skúlanum í Vestmanna hava roynt at sannføra politikarar og onnur um. Tað kemur ikki av sær sjálvum. Vit mugu sjálvir byggja nakað upp.


VÍST hava vit brúk fyri einum fiskivinnuskúla. Vit hava tørv á at eygleiða fiskivinnuna við nýggjum brillum, og tað er m.a. hetta, sum er uppgávan hjá hesum útbúgvingarstovni. Sera hepnu avrikini hjá næmingum á hesum skúla í sambandi við nettup umrøddu europeisku kapping borga fyri ikki bert góðsku, men eisini fyri, at kósin var bein, tá Fiskivinnuskúlin varð settur út í kortið. Nú okkara ?gomlu? vinnulívsmenn tørva hugskot og nýhugsan er tað í tøkum tíma, at yngra ættarliðið tekur við. Tillukku tit øll á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.