Fiskivinnusamráðingar hava verið millum Grønland og Russland í býnum Arkangelsk. Partarnir samdust um, at Grønland fær 3000 tons av toski í Barentshavinum í 2009, tað eru 600 tons meira, enn teir høvdu í 2008. Russland fær eisini meira kongafisk og svartkalva, at fiska í grønlendskum sjógvi.
Grønlendingar sleppa eisini at fiska 1000 tons av hýsu í russiskum sjógvi.
Grønlendingar eru væl nøgdir við avtaluna við russar. Avtalan skal tó góðkennast av Landstinginum.









