Fiskivinnupolitikkurin er ein skandala

Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini hjá løgtinginum, er púra sannførd um, at verandi fiskivinnupolitikkur er ein skandala, og at orsøkin er, at Fólkaflokkurin hevur umsitið økið nærum út í eitt seinastu nógvu árini

Tað er ein skandala, at Fólkaflokkurin hevur umsitið fiskivinnupolitikkin nærum út í eitt seinastu 20 árini. Nærum einki frambrot, sum hevur verið í vinnuni er orsaka av tí, sum politiska skipanin hevur gjørt. Vit hava fingið reyða kortið í samband við hýsuna, og einasta orsøkin til, at tað sama ikki er galdandi fyri toskin, er at tað eru aðrir marknaðir.

So avgjørd er Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini, tingfólk fyri javnaðarflokkin og samgongufelagi hjá Fólkflokkinum, viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni.

Hon leggur afturat, at eitt annað úrslit av tí, at Fólkaflokkurin hevur sitið á fiskivinnupolitikkinum er, at ein stórur partur av fiskivinnuni ikki hevur tillagað seg á nakran hátt.

– Vit síggja, at tað eru alt ov nógv gomul línuskip eru inni í flotanum, og at vinnan er alt ov lítið økonomisk, sigur forkvinnan í vinnunevndini.

Hon skilur heldur ikki argumentini hjá Fólkaflokkinum, at tað ber til at kunna um okkara skipanir, fyri soleiðis at lata stongdu marknaðirnar uppaftur.

– Sjálvandi ger tað eitt sindur av muni, at vit kunna um fiskidagaskipanina, tí tað er helst besta skipanin, tá vit tosa um at koma til lands við øllum fiskinum, men so leingi Havstovan og ICES, ikki siga, at veiðan hjá okkum nærkast at vera burðardygg, so blíva vit við at standa við skegginum í postkassanum, sigur Katrin Dahl Jakobsen.


Havstovan einasti myndugleiki

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur víst á, at Havstovan ikki situr inni við øllum sannleikanum, men fyri Katrin Dahl Jakobsen, kann tað gera akkurát tað sama.

– Onkuntíð hevur kanska verið meiri fiskur, enn fiskifrøðin hevur sagt, men tað er einasti myndugleiki, sum vit hava at halda okkum til, og tað er bara fiskifrøðina handilsketurnar halda seg til, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Jacob Vestergaard hevur víst á, at ein møguleiki er at seta ICES og Havstovuni røttu spurningarnar, fyri at fáa størri fatan fyri dagaskipanini. Men Katrin Dahl Jakobsen metir ikki, at tað ber til at fáa fiskifrøðina at »makka rætt«.

– Havstovan skal halda seg til sína serfrøði, og hóast náttúran ikki er at stýra, so mugu vit halda okkum til tilráðingarnar fyri at kunna dokumentera, at vinnan er burðardygg, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Hon leggur afturat, at tað er blivið til ein stóran trupulleika, at høvuðsvinnan verður stýrd við einum spurningi um trúgv.

– Tað vísir seg, at antin trýrt tú upp á fiskifrøði ella ikki, og tá verður torført hjá vanligum tingfólkum at viðgera fiskidagar á eina seriøsan hátt, sigur hon, og eftirlýsir, at Havstovan og vinnan stinga høvdini saman og koma við nøkrum argumentum, sum samsvara betri.


Taka lomb í mai

Hóast Katrin Dahl Jakobsen viðgongur, at hon ikki er so væl inni í fiskivinnuni reint tekniskt, so órógvar tað hana, at so nógvur smáfiskur verður veiddur.

– Tað svarar onkursvegna til ein haga, har ein stórur partur av lombunum verða tikin í maimánaði, og tað kann ongantíð vera økonomiskt, sigur hon.

Men verða heilt stórar broytingar gjørdar í skipanina, so fara nógv fólk at missa arbeiði, hevur ofta verið ført fram.

– Tað sigur seg sjálvt, at verður vinnan umsitin meiri økonomisk, so verða fleiri arbeiðspláss, men í dag hongur tað bara als ikki saman, sigur Katrin Dahl Jakobsen, men vísir samstundis á, at tað heldur ikki ber til at gevast at fiska nakað sum helst.


Fiskivinnureformur

Á landsstýrisseminarinum á Gjáargarði varð fiskivinnupolitikkurin umrøddur, og tá varð millum annað tosað um ein fiskivinnureform, sum hevur verið ávegis í eina tíð. Men sum Katrin Dahl Jakobsen hevur fatað útsagnirnar, fer hann ikki at gera stóran mun.

– Sum eg havi skilt tað, so er bara talan um at fáa útlendskan kapital í vinnuna, og eg ivist stórliga, um tað er mest gongda leiðin.

– Eg sigi ikki, at Fólkaflokkurin ikki klárar at stýra skynsamt í øðrum málum, men í mun til fiskivinnupolitikk er flokkurin ikki tann rætti, og tað síggja vit á støðuni, sum er í dag, metir Katrin Dahl Jakobsen.