Seinnapartin í gjár hevði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fundi við andstøðuna um nýskipan av fiskivinnuni, og var hetta annar fundurin, síðani álitið frá nýskipanarbólkinum var lagt fram.
Tað, landsstýrismaðurin áður hevur sagt hava størsta týdning at finna semju um, er
* Burðardygga veiðu og stovnsrøkt
* Spurningin um fiskidagar ella kvotaskipan
* Hvussu fiskivinnurættindi verða útlutað
* Hvussu skal vera við útlendskum kapitali og
* so virðisøking av tilfeinginum
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Høgna Hoydal siga, hvat hann heldur kom burtur úr fundinum í gjár.