Fiskivinnunýskipan og avlúsing av laksi

Fyri mær tykist  tað sum um at  politikaranir bert vilja gera okkurt, nú hetta valskeiðið fer at halla. Ja, sum um teir koma fram á ein persón, sum hevur fingið hjartaslag.

 

Ístađin fyri at geva fyrstuhjálp, so byrja teir bara at skifta hjartað út, meðan viðkomandi doyr.

Feskfiskaflotin hevur brúk fyri fyrstuhjálp. Hetta kann man ikki bjóða fólki.

 

Lønir, sum ongin familja kann liva við. Her er møguligt at býta t.d. makrelin nógv rættvísari, so øll høvdu nokk. Ella aðrar møguleikar. Tað flýtir yvir bæði í Íslandi og Noreg.

 

Okkurt gera vit skeivt.

Nú er bara forðingar lagdar fyri tey, sum fiska undir Føroyum, og ikki svarar aftur. Leggi á annan bógv og skapið møguleikar fyri sjófólkið.

Nú hoyri eg at tað verður rópt varskó í Noregi viđvíkjandi laksagift. Og kenni eg teir rætt, so verður handlað har.


Kann tað hugsast at hendan laksagiftin drepur mestsum allan yngul inni við land í Føroyum? Ella í øðrum lagi ger, at yngul ikki kemur undan?

Haldi at hetta skal kannast gjølla! Koyrdi aftaná einum trailara  við einum tanga. Tað vóru ikki hissini ávarðingartekin at síggja á honum. Og tað verða brúktir 10 tals til hvørt alibrúk. Hetta drepur nokk ikki bara lús og hummara.


At hoyra Páll Gregersen hálova kvotum og samstundis oysa hesa giftina, út á sund og firðir er nokk so løgið haldi eg.
Driftin á landgrunninum hevur verið, og er, so lítil, at hetta drepur ongan stovn. Langt í frá.



Bert eitt íkast til kjakið. Ynski øllum, sum skulu taka hesar stóru avgerðirnar vísdóm og styrki. 

 

Geri okkurt munagott!ð



Higani av Fugloyarbankanum

Fróði L. Ejdesgaard