Fiskivinnunýskipanin løgd inn til umsitingina

Uppskotið um nýskipanina av fiskivinnuni, lógin um fyrisiting av sjófeingi, er borið niðan til løgtingsins umsiting í dag. Tað váttar løgmaður, Aksel V. Johannesen, fyri útvarpinum hjá kringvarpinum í dag.

 

Tað hevur verið ein lítil óvissa um uppskotið og nær tað fór at verða lagt fyri tingið, men tað skal so verða nú.

 

Enn er ikki vist nær uppskotið kemur fyri løgtingið, men løgmaður segði við útvaprpið, at hann væntar, at tað verður fyrst í næstu viku.

 

Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at óvissa er um undirtøkuna fyri uppskotinum í samgonguni. Løgmaður segði tó í kvøld, at samgongan stendur saman um uppskotið og um neyðugt, so verður tað atkvøtt ígjøgnum við 17 atkvøðum.