Fiskivinnunýskipanin kemur fyri mikudagin

Minniluta- og meirluta álitini blivu løgd fram á tingfundinum, ið bleiv tikin upp aftur kl. 18. Tað hevði við sær, at atkvøðugreiðslan um at fáa málið um fiskivinnunýskipan úr nevnd, fall burtur.

 

Tað var ruðuleiki í tinginum eina løtu, tá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, segði at trý løgtingsfólk høvdu biði um atkvøðurgreiðsluna. Andstøðan vísti á, at meirlutin í vinnunevndini hevði latið álitið inn og tí skuldi tað viðgerast. Um atkvøtt var fyri, at taka málið úr nevnd, so hevði álitið ikki verið viðgjørt.

 

Onnur viðgerð av nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi fer nú fram komandi tingfund, sum var ásettur at verða mikudagin.