Fiskivinnunýskipanin er samtykt við 18 atkvøðum

Fyri løtu síðani bleiv lógin um fyrisiting av sjófeingi samtykt. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni gjørdist 18-15.

 

Tað var ein samd samgonga, umframt uttanflokkatingkvinnuna Sonja Jógvansdóttir, sum veitti uppskotinum neyðugu 17 atkvøðurnar, so at uppskotið bleiv samtykt, umframt Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

 

Við hesum er endaligt punktum sett fyri hesum drúgva málið og nýggja fiskivinnulóggávan kemur í gildi 1. januar.

 

Tey 12 broytingaruppskotini hjá andstøðuni blivu øll feld.