Fiskivinnunýskipan í leysum lofti

- Tíverri ber ikki til at siga, nær álitið um nýskipanina av fiskivinnuni kemur úr aftur vinnunevndini, sigur forkvinnan, Bjørt Samuelsen.

- Tíverri ber ikki til at siga, nær álitið um nýskipanina av fiskivinnuni kemur úr aftur vinnunevndini, sigur forkvinnan í nevndini, Bjørt Samuelsen, við KvF í kvøld.

 

Uppskotið um sjófeingi, sum er grundarlagið undir ætlaðu nýskipanini av føroysku fiskivinnuni, hevur nú ligið í vinnunevnd løgtings tað mesta av tveimum mánaðum. 

 

Men, sambært Bjørt Samuelsen, forkvinnu í nevndini, dugir hon ikki at siga, nær væntandi er, at vinnunevndin verður liðug at skriva álit í málinum.

 

Við KvF í dag sigur hon, at hon tíverri ikki dugir at siga, nær vinnunevndin verður liðug at viðgera málið og skriva álit. 

 

Verandi fiskivinnulóggáva fer úr gildi um sjey vikur, og samgongan hevur ætlað, at nýggja fiskivinnuskipanin skal verða samtykt og koma í gildi fyri ta tíð.

 

Sambært KvF og Bjørt Samuelsen er eingin nýggjur fundur ásettur at verða í vinnunevnd løgtingsins, og tí er ikki væntandi, at nakað álit kemur haðani í næstu viku heldur.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil sambært KvF í dag ikki gera viðmerkingar um, hvørt hann hevur ein meiriluta fyri fiskivinnunýskipanini ella ei.

 

Alt bendir á, at tað serliga er í Javnaðarflokkinum, at ósemja er um uppskotið, og sum skilst eru tað serliga Kristin Michelsen og møguliga Bjarni Hammer sum eru ivingarsamir.