- Reelt verða loyvini givin út við lóg av umsitingini, uttan tíðaravmarking. Og hesi loyvi kunnu also ikki bara takast innaftur, soleiðis uttan víðari.
Halgir Winther Poulsen, advokatur, er avgjørdur, tá hann lesur uppritið um at broyta verandi fiskivinnulóggávu. Uppritið var fyri á landsstýrisfundi mánadagin og er fundamentið undir tí spildurnýggju fiskivinnulóggávu, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur arbeitt við síðani í fjørsummar og í næstum leggur fyri løgtingið.
- Sambært fyrisitingarlógini skal grundgevast neyvt og sakligt fyri eini avgerð. Hetta er ein grundmekanisma í okkara samfelag. Politisk argument halda ikki í somáta, sigur Halgir Winther Poulsen og heldur fram:
- Velur politiski mynduleikin ella umsitingin at taka loyvið frá einum skipi, so hevur viðkomandi reiðari rætt til at verða viðfarin eins og øll onnur. Tað er eisini grundleggjandi í okkara rættarsamfelag. Og skal myndugleikin so siga upp øll loyvi, spyr Halgir Winther Poulsen retoriskt.
Hansara niðurstøða er tí, at verandi leistur í fiskivinnunýskipanini í praksis merkir, at loyvini verða endaliga avhendað.
- Politisk argument halda sum nevnt ikki mótvegis lóggávuni. Og hvat skal eitt komandi landsstýri gera, tá øll skulu viðfarast eins. At uppsiga øll loyvi við sjey til níggju ára freist gevur heldur onga meining, tí politisku vindarnir skifta jú sum kunnugt, leggur hann afturat.
Fundamentið
Halgir Winther Poulsen leggur dent á, at samfelagið má hava dugnalig og sterk reiðarí. Tí hevur orðingin ”ogn føroya fólks” í hansara hugaheimi ikki so stóran týdning, hvørt hon verður broytt til ”ogn landsins” ella ei.
- Tað er ikki so áhugavert, hvat barnið eitur. Tí flestu eru væl samd um, at vit kunnu ikki øll fara út og fiska okkara brotpart av samlaða fiskiríkidøminum. Hetta skulu dugnalig reiðarí taka sær av.
Reiðaríini skulu sjálvandi hava tryggar karmar fyri at kunna virka, gera íløgur og tjena pengar. Men hesar karmar hevur royndi advokaturin ilt við at fáa eyga á innan fiskivinnuna.
- Verandi fiskivinnulóggáva er eftir mínum tykki at líkna við ein fløkjustamp. Eisini hava vit ræðandi fordømi við makrelinum síðstu árini, har virðini eru býtt út uttan rótfesti í nakrari lóggávu ella at gjøgnumskygni hevur verið í. Og nú ætlar man eftir øllum at døma at lata loyvi endaliga út til tey, sum av tilvild eru inni í vinnuni júst nú. Tað gongur snøgt sagt ikki, sigur Halgir Winther Poulsen.
Eftir hansara tykki elvir henda støða bara til illgitan um tey, sum eru í vinnuni. Øll verða lagd undir at snýta.
- Tí er so avgerandi við greiðum lógarverki, har rættindi og skyldur eru greitt definerað í lóggávuni, sigur Halgir Winther Poulsen.
- Tryggir karmar eru avgerandi fyri vinnuna. Men tað merkir also ikki, at rætturin at fiska skal ganga í arv, leggur hann afturat.
Brúka royndirnar
Halgir Winther Poulsen var við, tá føroyska samfelagið fyri meira enn tjúgu árum síðani tók síni fyrstu fet inn í oljuvinnuna. Advokaturin var ein av teimum, sum fyrireikaðu alla oljulóggávuna, sum lá á borðinum í 1993. Arbeiðið varð gjørt í breiðum samstarvi millum fakfólk, myndugleikar og vinnuna.
- Lóggávan stendur enn, 20 ár seinni, og higartil hava altjóða oljufeløg gjørt íløgur fyri milliardir út frá teimum karmum, sum henda lóggáva ásetir, sigur Halgir Winther Poulsen og peikar á drúgvu frágreiðingina frá oljuráðleggingarnevndini hjá landsstýrinum.
Grundarsteinurin í kolvetnislóggávuni er, at feløg kunnu søkja um eitt loyvi, eina konsessión, í eitt ávíst áramál. Rættindi og skyldur eru neyvt lýst í lóggávuni, og tí vita øll treytirnar, tá eitt loyvi er leyst at søkja. Leitiloyvi vera latin úr 12 árum upp í 16 ár, meðan útvinningarloyvi kunnu vera galdandi upp í 30 ár.
- Sjálvandi er munur á oljuvinnuni og fiskivinnuni. Men í lóggávuverkinum eiga vit at brúka somu prinsipp. Tú skal fáa eitt loyvi, eina konsessión, at fiska hetta ávísa fiskaslag í eitt áramál, eftir ávísum rættindum og treytum.
Halgir Winther Poulsen hevur tosað seg heitan:
- Áramálið skal sjálvandi vera ymiskt, alt eftir hvussu kapitalkrevjandi tann ávísi fiskiskapurin er. Sjálvandi skal vera munur á, um talan er um fiskiskap við stórum og dýrum skipum eftir uppsjóvarfiski ella toski í Barentshavinum, ella talan er um útróður á Norðhavinum. Men prinsippið er, at øll kenna rættindini og treytirnar fyri loyvinum. Og báðir partar vita somuleiðis, nær loyvið gongur út. Í gomlum døgum kundu øll bara fara út at fiska. Í dag sleppur eingin inn í vinnuna uttan at keypa seg inn fyri eina rúgvu av pengum. Konsessiónin hevði latið upp fyri hesum, sigur Halgir Winther Poulsen.
Men hvussu ber til at skifta frá verandi skipan yvir í ta skipan, ið advokaturin mælir til? Tí meðan oljuvinnan byrjaði við blankari talvu, er fiskivinnan jú til staðar í dag, bundin upp av stórum íløgum.
- Eftir galdandi lóg fara øll fiskiloyvi í princippinum úr gildi 1. januar 2018. Skjót henda dato út til 2023 og brúka so neyðugu tíðina til at gera eina skipan, ið er rótfest breitt, bæði politiskt, í vinnuni og samfelagnum annars.
Halgir Winther Poulsen mælir til at gera, eins og gjørt varð við kolvetnislóggávuni, nevniliga at seta eina kommissión við fakfólki, sum fær eina neyvt defineraða uppgávu frá politisku skipanini.
Leisturin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er sum kunnugt ein annar. Embætisfólk úr Fiskimálaráðnum hava síðani á vári í fjør arbeitt við eini fiskivinnunýskipan, og afturat teimum hevur sitið ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum.
Ein leistur, ið advokaturin heldur lítið um:
- Reelt hevur tú ein landsstýrismann, sum ætlar sær at endavenda alla lóggávuna eftir einum ári. Úrslitið sást best aftur, tá landsstýrismaðurin legði arbeiðið fram mánadagin og løgmaður sama dag skeyt tað niður, ljóðar turra vurderingin frá Halgir Winther Poulsen.
Gjøgnumskygni
Innan oljuvinnuna er tað Jarðfeingi, ið metir um og harvið útlutar leitiloyvini. Skal tað so vera Fiskimálaráðið, ið metir um og harvið útlutar fiskiloyvini, um vit fylgja leistinum hjá advokatinum?
- Avgerandi er sjálvandi armslongdarprincippið, at tað ikki er ein politikari, ið viðger og útlutar. Og hartil mugu reglurnar vera somikið objektivar, at ein og hvør sær, hví hesin ella hasin fær loyvið. So má umsitingin viðgera umsóknirnar til tey loyvi, ið verða bjóðað út.
Halgir Winther Poulsen vísir á, at lóggávan má vera somikið greið og neyv, at hon eisini ásetir treytirnar fyri, hvussu loyvini verða bjóðað út og eftir hvørjum kriterium tey verða viðgjørd.
- Eitt kriterie kann vera kapitalur, eitt annað kann vera samfelagslig atlit og so framvegis. Avgerandi er bara, at almenningurin aftaná veit, hví hesin ella hasin fekk loyvið í eitt ávíst áramál.
- Á henda hátt fáa vit eina skipan, har vinnan fær tryggar karmar, har møguleikar eru hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna, og har gjøgnumskygni er í, sigur Halgir Winther Poulsen.