Fiskivinnugransking hevur framløgudag

23. februar verður fyrstu ferð framløgudagur, har verkætlanarumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr teimum verkætlanum, sum vóru lidnar í 2008

Framløgan verður á Vinnuháskúlanum, Nóatúni 7.

Skráin er, at fyrrapartin verður greitt frá Granskingarkjarnunum og trimum ?innvøls/livra?-verkætlanum. Seinnapartin verður greitt frá teimum verkætlanum, sum eru lidnar í 2008 og frá granskingini/verkætlanunum. Dagurin endar við, at Lars Horn, deildarstjóri á Norges Forskningsråd, heldur ein íblástrarfyrilestur klokkan 16.30.

Tað verður Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, setur dagin stundisliga kl. 9:30, og Hjalti í Jákupsstovu, formaður, sigur nøkur orð sum innleiðing til seinnapartin. Framløgurnar eru almennar.

Roknað verður serliga við, at tey sum hava luttikið í ymiskum verkætlanum ella hava fylgt við, fáa høvi at hittast, og møguleiki verður fyri at lurta, kjakast og at tosa saman. Møguleiki er eisini hjá øðrum, sum hava serligan áhuga fyri evnunum at luttaka, men neyðugt er við tilmelding. Til ber at melda seg til alt tiltakið ella bara til fyrilesturin sum byrjar kl. 16:30.

Tiltakið er ókeypis, men plássið er avmarkað, og tí er neyðugt at boða Fiskimálaráðnum frá luttøku, sigur ráðið.