Fiskivinnuframsýning í Moskva

Nú fáa føroyskar fyritøkur møguleika fyri at hitta og knýta sambond við russiskar fyritøkur. Menningarstovan hevur í samstarvi við Skipafelagið Føroyar og russiska konsulátið í Føroyum gjørt av at luttaka á fiskivinnuframsýning í Moskva 21. - 24. apríl í ár

Somuleiðis verður skipað fyri handilsferð í sambandi við tiltakið. Framsýningin verður væl vitjað, m. a. av russiskum reiðaríðum, sum Skipafelgið Føroyar, Árni Dam og Ivan Eginsson, persónliga hava sett seg í samband við.
Handilssáttmálin millum Føroyar og Russland, sum væntandi skjótt verður undirskrivaður, fer at skapa møguleikar fyri størri samhandli við Russland.
Fleiri føroyskar fyritøkur hava víst áhuga fyri at vera við á framsýningini, og ivaleyst eru enn fleiri, sum kundu fingið gagn av størri samstarvi við russisk reiðarí og russiskar fyritøkur. Higartil hava fyritøkur, sum á ein ella annan hátt eru veitarar til fiskivinnuna víst áhuga. Til dømis frystigoymslur, havnarmyndugleikar, veitarar av útgerð og tænastum til russisk fiskiskip. Aðrar vinnur, t. d. byggivinna, fiskaseljarar og onnur eru eisini vælkomin til at vera við.
Til ber at kunna seg um framsýningina á www.amscort.ru/fish/eng/