-Gransking er vitan og vitan er framtíðin innan fiskivinnu. Vit føroyingar kunnu ikki rokna við art fáa vitan frá granskarum úti í heimi, um vit ikki koma við nøkrum sjálvum. Vit mugu hava granskarar, sum burturav arbeiða við at granska okkara høvuðsvinnu og tá hava vit nakað at bjóða mótvegis útlendingum, skulu vit eisini fáa vitan frá teimum, sigur Hjalti í Jákupstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni.
Allan dag hevur verið fundur millum fiskirannsóknarstovuna og vinnuna. Fundurin var hildin í Noatuni og gekk undir heitinum Fiskiroyndir í ár 2000 og í tær ætlaðu í verandi ári. Nógv fólk var møtt fyri vinnuna og sera áhugavert var at hoyra um fiskiroyndirnar, sum eru gjørdar í farna ári og tær sum eru og fara í gongd í ár.
Ein niðurstøða á fundinum var, at meira samskipan má til millum fiskiflota, vinnu á landi, fiskirannsóknarstovu og menningarstovu. Skotið er upp at seta ein granskingarstovn á stovn í Føroyum, har granskarar vera settir at granska á øllum økjum innan fiskivinnu.