Fiskivinnan skal mennast og ikki drenast

Alt svimjandi tilfeingi í føroyskum sjógvi er fólksins ogn, og harvið eiga 48.000 føroyingar tilfeingið. Teoretiskt kundu sjálvsagt vit øll 48.000 fari eftir hesum tilfeingi, men tað hevði givið ringast hugsandi rasjonalitet og harvið ringast hugsandi úrslit eisini, bæði tá tað snýr seg um lønsemi og um stovnsrøkt.

Alt svimjandi tilfeingi í føroyskum sjógvi er fólksins ogn, og harvið eiga 48.000 føroyingar tilfeingið. Teoretiskt kundu sjálvsagt vit øll 48.000 fari eftir hesum tilfeingi, men tað hevði givið ringast hugsandi rasjonalitet og harvið ringast hugsandi úrslit eisini, bæði tá tað snýr seg um lønsemi og um stovnsrøkt.

 

Tí er neyðugt at avmarka atgongdina at fiska, og í hesi avmarkingini er neyðugt at fáa eina góða javnvág ímillum stál og stovnar.

Hetta gevur nøkrum fáum ein eksklusivan rætt, ein framíhjárætt, til at veiða ognina hjá okkum øllum. Avleiðingin av hesum er, at ein heilt serligur vinningur spyrst burturúr, nevniliga vinningurin sum kemur burturúr eksklusiva rættinum.

Hesin vinningur liggur omaná vanliga vinninginum. Av tí at 47.500 føryingar hava latið 500 føroyingum rættin at veiða felags ognina hjá fólkinum, eigur hesin serligi vinningurin av framíhjárættinum at veiða sjálvsagt at fella aftur til fólkið – landið. Hesin serligi vinningurin er prísurin fyri fólksins ogn.

Tað er tann politiski parturin. Hvussu man tekniskt finnur fram til at heinta hendan vinning inn, er ein spurningur, sum allir partar eiga at finna eina semju um – tað er politiska skipanin saman við vinnuni.
Tað sama er galdandi í spurningum um, hvussu ein demokratisk atgongd til tilfeingið kann skipast.

 

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, royndi á Fiskivinnutinginum í Klaksvík mikukvøldið 19. august av øllum alvi at mála eina ræðumynd av ætlanunum hjá Tjóðveldi um eina fiskivinnunýskipan.

 

Boðskapurin hjá fólkafloksformanninum var, at Tjóðveldi bara ætlar at koyra alt – veiðuloyvi, fiskiloyvi, kvotur og fiskidagar – um eina uppboðssølu og drena fiskivinnuna fyri pengar, og Javnaðarflokkurin og Framsókn fingu sama skoðsmál.

Høgni Hoydal kundi lættliga vísa uppáhaldunum aftur, tí sjálvsagt er ætanin hjá Tjóðveldi við einari nýskipan ikki at oyðileggja fiskivinnuna, men at menna og lyfta hana og leggja hana í tryggar karmar.

 

Eg havi eisini í øðrum greinum greitt frá mínum sjónarmiðum um eina nýskipan, og skal her bara í stuttum sláa fast, at talan als ikki verður um at drena pengar úr vinnuni. Tað snýr seg einfalt um, at landið krevur inn ein sømiligan prís fyri fólksins ogn.

 

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi