Fiskivinnan sjálv er besti umsitari

- Tað er ikki rætt, at fiskimenn bara fiska fyri at fiska. Teir fiska fyri at fáa fisk, sigur Alfred Olsen.

Alfred Olsen, formaður í vinnunevnd løgtingsins, segði á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík leygardagin, at hesir dagar á serstakan hátt samansjóða familjuna og fiskivinnuna í nøkrum góðum og gevandi tiltøkum.

 

- Hugburður og atferð hjá fiskivinnuni styrkir mítt álit á, at vinnan umsitir okkara fiskastovnar væl og skynsamt. Vit fáa ferð eftir ferð at vita frá ”serfrøðini”, at vit sum politikarar skulu taka fiskidagar frá vinnuni.

 

Hann segði, at serfrøðin heldur fiskivinnuna uppføra seg soleiðis, at hevur hon nakrar fiskidagar at brúka - ja, so brúkar hon teir allar.

 

- Tilráðingin hjá fiskifrøðini er, at vit fyrst skuldu taka allar óbrúktar dagar inn og haraftrat taka helvtina av teimum døgum, sum skipini høvdu brúkt. Hetta varð sagt vera neyðugt fyri at verja fiskastovnarnar móti vinnuni.

 

Men, Alfred segði seg ikki vera samdan í, at hetta er hugburðurin og atferðin hjá fiskivinnuni.

 

- Vit kunnu hyggja eftir bólki 3, sum eru línuskip yvir 110 tons. Skipini hava fingið tillutað sína kvotu av fiskidøgum. Sambært fiskifrøðini skuldu hesi skip verið úti og fiskað undir Føroyum fyri at brúka sínar seinastu fiskidagar í hesum fiskiári. Men, soleiðis er ikki.

 

Alfred Olsen vísti á, at bert okkurt einstakt línuskip fiskar undir Føroyum í løtuni. Ikki tí, at eingir fiskidagar eru eftir. Tað er tí ikki rætt, at línumenn fiska bara fyri at brúka fiskidagar, men fyri at fáa fisk. Tað er tað, ið teir - og vit - liva av.

 

- Hvar eru so okkara línuskip í dag, tá tey ikki liggja við bryggju? Jú, okkara dugnaligu skipaeigarar hava forhandlað seg til brúkiligar avtalur við grønlendsk feløg. Hesar avtalur hava ført við sær, at okkara línuskip í dag fiska í Eysturgrønlandi, bæði inni við land og á djúpum vatni og hava brúkiligan fiskiskap.

 

Alfred Olsen, formaður í vinnunevnd løgtingsins, helt, at okkara fiskivinna sjálv er besti umsitari av fiskatilfeinginum undir Føroyum.

 

- Tað er ikki undarligt, at vit, sum kenna hesa vinnu, fáa størri og størri virðing fyri teimum dugnaligu fólkum, ið her starvast. Tað dreiv, hugflog, framdrift og ótroyttiliga áhaldni, sum er í okkara samlaðu fiski-og alivinnu, er fantastiskt. Latið okkum tí hava tey høgt í metum okkara millum, segði formaðurin í vinnunevnd løgtingsins á sjómannadegnum.