Á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag hevur Viberg Sørensen grein við heitinum: ?Við verandi gongd ? hvar eru vit í 2015?? Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sigur, at skeiva gongdin í fiskivinnuni hevur við sær, at møguleikarnir fyri øktum inntøkum minka, samstundis sum útreiðslurnar veksa.
Hann vísir á úttalilsir hjá stjórunum í Maru Seafood, Faroe Seafood og stjóranum í Vinnuni í Gøtu.
- Maru Seafood hevur stórt hall (men stjórin vil ikki siga hvussu stórt), og Faroe Seafood hevur 17 miljónir krónur í halli. Stjórin í Vinnuni í Gøtu væntar, at svartkjaftakvotan helst fer at minka so nógv, at ikki verður ráðiligt at gera stórar íløgur í svartkjaftavinnuna.
Viberg Sørensen sigur, at hetta eru nøkur av signalunum, sum vit hava fingið seinastu tíðina.
- Tá ið roknskapirnir fyri tey stóru skipini á Føroyagrunninum fara at koma, verða eyðvitað nógv stór reyð tøl at síggja á botnlinjuni.
Hann vísir á, at í dag kostar ein litur av olju einar 5 krónur, og hetta er størsta hóttanin hjá skipaflotanum.
- Teir, sum fáast við skiparakstur, síggja nú tíðiliga skriftina á vegginum - og hvønn veg tað ber.
Einki talar fyri, at oljan ikki heldur fram at dýrka. Vit hava hoyrt serfrøðingar nevna tøl upp ímóti 200 dollarum fyri tunnuna.
Viberg Sørensen vísir á, at politikarar hava tosað nógv um ?visjón 2015?, men hvat man oljan fara at kosta í 2015? spyr hann.
- Um vit ímynda okkum, at prísurin verður 8 krónur fyri liturin - ella meira - hvat gera vit tá? Hava vit gjørt okkum nakrar hugsanir um, hvussu fiskiveiðan á landi og sjónum sær út um fá ár - ella lata vit bara standa til og vóna tað besta? spyr hann