Fiskivinnan má stýrast við atliti til samfelagið

Virðisøkingin á landi má vera í fokus, tá fiskivinnan verður løgd til rættis, heldur grannskoðarin Bjarni Arnason

Virðisøkingin á landi má vera í fokus, tá fiskivinnan verður løgd til rættis, heldur grannskoðarin Bjarni Arnason, sum í mong ár hevur greinað og samanborið roknskapirnar hjá føroysku fiskivinnuni.

 

Aftur í ár kann hann staðfesta, at tað bara eru uppsjóvarskipini og stóru verksmiðjutrolararnir, ið tjena pengar. Aðrir skipabólkar, trolarar og línuskip, fáa ikki endarnar at røkka saman.

 

- Felags fyri teir skipabólkar, sum tjena pengar, er at teir eiga sínar egnu kvotur, meðan aðrir skipabólkar fiska undir fiskidagaskipanini, staðfestir Bjarni Arnason.

 

Loysnin er, sambært Bjarna Arnason, tó ikki einanas at gera fiskidagaskipanina um til eina kvotuskipan.

 

- Nærliggjandi er at loyva øllum føroyskum skipum at útvega sær veiðirættindi, har føroyskir myndugleikar hava ræði á fiskirættindum. At skipa eitt sonevnt ”opið føroyskt hav”, sigur Bjarni Arnason.

 

Hann nevnir sum dømi, um nú trý frystilínuskip kundu sloppið í Barentshavið at roynt eftir toski, heldur enn ein verksmiðjutrolari. Í døminum verður roknað við eini kvotu á 6000 tons.

 

- Varð øll veiðan landað og virkað í Føroyum, so hevði tað givið eina munandi størri virðisøking fyri samfelagið, sigur Bjarni Arnason og setir tøl á:

 

- Meðan virðisøkingin umborð á einum verksmiðjutrolara er umleið 39 milliónir, so hevði samlaða virðisøkingin umborð á teimum trimum frystilínuskipunum og á landi í Føroyum verið 108 milliónir krónur, sigur Bjarni Arnason.

 

- Tí eiga vit at leggja fiskivinnuna soleiðis til rættis, at hon hevur við sær størst møguligu virðisøking, sigur Bjarni Arnason, sum mælir til at øll veiða verður løgd upp íFøroyum.

 

Les eisini:

 

Fiskiflotin minkast niður í ein triðing

 

Búskaparfrøðingur mælir til upphøggingarstuðul