Limirnir í Felagnum Nótaskip reka tey størstu og dýrastu skipini í føroyska fiskiflotanum, og tí vil felagið gera sítt til at fáa gongd á orðaskiftið um framtíðar loyvisskipanina í fiskivinnuni. Nú klokkan 13 í dag byrjar fundur í Norðurlandahúsinum, sum Felagið Nótaskip skipar fyri. Hin 1. januar í 2018 fara verandi fiskiloyvi úr gildi, og øll fiskirættindi fella burtur. Enn veit eingin, hvussu fiskivinnan verður skipað eftir 2018. Fíggingarstovnar siga longu nú, at politiski vágin er so stórur, at í løtuni er ikki hugsingur um hjá peningastovnunum at fara undir at fíggja størri og betri fiskiskip, og teir leggja aftrat, at fiskivinnan er í dag ikki serliga áhugaverd hjá peningastovnunum at fíggja.
- Vit reka tey størstu og dýrastu skipini í føroyska fiskiflotanum, og tí vil felagið gera sítt til at fáa gongd á orðaskiftið um framtíðar loyvisskipanina í fiskivinnuni.
Tað sigur Felagið Nótaskip, sum nú klokkan 13 skipar fyri fundi í Norðurlandahúsinum við trimum fyrilestrarhaldarum. Teir eru Ragnar Arnason (mynd) úr íslandi og føroyingarnir, Jóannes Jacobsen og Leivur Mohr.
Ragnar Arnason er professari í fiskivinnubúskapi og formaður á deildini fyri búskaparligari gransking á Háskúla Ísland. Hann hevur útbúgving sum M.Sc í matematiskum búskapi frá London School of Economics, og hann hevur skrivað Ph.d ritgerð við University of British Columbia um búskap og náttúrutilfeingi.
Síðan 1990 hevur hann serliga granskað innnan fiskivinnubúskap og fiskivinnuumsiting, og hann hevur skrivað meira enn 160 vísindaligar greinir og fleiri bøkur.
Jóannes Jacobsen er útbúgvin cand. oecon og hevur útbúgving sum M.Sc í búskapi frá London School of Economies and Political Science. Hann hevur skrivað Ph.d ritgerð við heitinum ?Longevity and Electoral Rules as Determinants of Comparative Development?. Hann hevur starvast sum fulltrúi og ráðgevi fyri Búskaparráðið og sum granskari á SFI - Det nationale forskningscenter for velfærd í Keypmannahavn. Nú starvast hann sum seniorráðgevi á Centre for Economic and Business Research, CBS, í Keypmannahavn.
Jóannes Jacobsen hevur verið sera virkin í orðaskiftinum seinastu tíðina um framtíðar kvotuskipanina í Føroyum.
Leivur Mohr er vinnukundaráðgevi í Føroya Banka. Í framløguni ?Fiskivinnan í Føroyum sæð úr sjónarhorninum hjá teimum, ið fíggja? fer hann at vísa á, at føroyska fiskivinnulóggávan avmarkar munandi um møguleikarnar fyri at optimera raksturin hjá vinnuni.
- Tað er ein stórur trupulleiki hjá vinnuni, at hon ikki veit, hvat skal henda eftir 2018, sigur hann.
Leivur Mohr fer eisini at vísa á, at politiski váðin er so stórur í løtuni, at tað ikki er hugsingur um hjá peningastovnunum at fara undir at fíggja størri og betri fiskiskip.