Eyðstein Poulsen
-------------------
Liberalur hugsanarháttur við møguleikum. Soleiðis koma vit fram á leið. Soleiðis eiga vit at stýra okkara flaka- og fiskivinnu burturúr tí píndu og fastlagdu støðu, hesar vinnur eru í anno 2011.
Loysnin í einum pakka
Arbeiðast má fram ímóti at gera ein heildarpakka, ið inniber loysnir fyri allar sektorar í vinnuni. Øll aspektir mugu við, og ongin lutur eigur at liggja eftir. Útsagnir, ið kunnu avlaga partar av vinnuni, mugu steðga. Eitt slag av fiskivinnureformi, har øll vinnan fær møguleikar, og sum inniber loysnir, heldur enn hóttanir og forðingar sum nú.
Flakavinnan og heimaflotin
At tvinna fiskivinnuna á landi saman við fiskivinnuna á sjónum er ikki til gagns fyri nakran. Hesin hugburður má broytast í ein ávísan mun. Tó skal hetta gerast soleiðis, at báðar vinnur fáa sum mest burturúr.
Grundleggjandi fortreyt
Uppskriftin uppá eina nýggja tíð fyri flotan má innibera, at 2018 skal vekk úr hugaheimi føroyinga. Vinnan fer ikki at virka undir vanligum íløgu-/lánstreytum, so leingi eitt evstamark er sett fyri ræðisrættin, serliga tá ongin veit, hvar tey standa eftir 2018. Fortreytin fyri íløgum og framburði er trygg ognarviðurskifti. Ein grundleggjandi íløgustrategi, ið ikki kann burturforklárast. Tí má hendan hóttan burtur.
Lívfrøðiliga burðardygg fiskivinna
Her skal grundleggjandi hugburðsbroyting til. Veiðiorkan á landgrunninum er í dag á søguliga lágum støði. Flotin fiskar ikki á leiðum, ið roknistykkið hjá serfrøðini nýtir í sínum tilmæli. Hetta má og skal broytast. Politikkurin eigur at leggja seg eftir at gera grundleggjandi broytingar viðvíkjandi hvussu vit ynskja at rokna veiðiorkuna út. Tað má og skal geva meining fyri tann, ið tað rakar. Frøðin skal tillaga síni tilmæli til fiskidagaskipanina, friðaðu økini runt grunnin mugu eftirmetast, og ávirkanin av hesum má staðfestast. Markið fyri Ytru Leið má takast upp til kjak og broytast. Fiskidagar á djúpum vatni eiga ikki, sum nú, at verða nýttir í einum toskaroknistykki.
Soleiðis sum vit fiska nú, er onki sum týðir uppá, at vit fiska annað enn burðardygt. Tað eru tillagingar í roknistykkinum, ið skulu prógva hetta, og somuleiðis skulu vit leggja langtíðarætlanir um hvussu vit tillaga okkum, tá náttúruumstøður broyta tilfeingið í sjónum. Vit skulu tora at fiska. Vit skulu gera eina skipan, ið gevur heimaflotanum góðar umstøður at broyta sítt mynstur eftir náttúrunnar leiki. Bert við at taka atlit til heildina á landgrunninum kunnu vit taka avgerðir, ið geva meining fyri tey, ið skulu umsita hesa vinnu.
Skulu vit lóggeva ella lokka vinnuna
Vinnan verður í dag stýrd við lóggávu um bæði eitt og annað. Hesum amboðum kenna vit øll avleiðingarnar av. Tað eru tveir hættir at stýra uppá – tann dømandi og tann lokkandi stýrihátturin. Tað er ongin ivi um, at loysast má upp fyri lógarverkinum, so vinnan fær loyvi at fara tann rætta vegin. Vinnan hevur tær bestu loysnirnar, og tí má vinnan sleppa meira enn bara hoyrast. Vinnan má sleppa at hava fríar ræsur at stýra seg burtur úr trongu støðuni, hon er í.
Stuðul til flakavinnuna
Fyri at stuðla undir, at flakavinnan fær munandi betri rávørugrundarlag, má avgerð takast um afturbering av tolli av innfluttum frystum fiski, soleiðis at hendan vinna fær bæði støðuga og betri atgongd til rávøru. Hetta fer at seta krøv til infrakervið á landi, og við einari tílíkari politiskari avgerð fer hendan vinnan at gera íløgur í upptiðningaranlegg til frystan fisk, ið eisini er vegurin fram. Samstundis sum hetta verður sett í gildi, má man politiskt seta kraftiga inn við nýggjum samráðingum við ES um eina betri tollavtalu, so hesin fíggjarligi fløskuhálsur hvørvur.
Góðskan á frystari vøru kann ikki samanberast við fisk, ið hevur ligið feskur í 6-10 dagar. At tosa um at heimaflotin skal gera styttri túrar er eitt luftkastell, tí hvørki geografiskt, metereologiskt ella biologiskt inniber hetta fíggjarligar fortreytir, ið flotin kann liva undir.
Tíðin er grundleggjandi forðingin í allari flaka- og fiskivinnuniskipanini, so leingi vit ynskja at sigla veiðuna feska til lands. Við at frysta umborð tekur tú størsta hóttanarfaktorin út úr allari skipanini. Hetta krevur sjálvandi stórar íløgur og harvið fígging. Tí er tað avgerandi at ræðisrættindini koma í rættlag.
Tey skip/bátar, ið framhaldandi fara at sigla við feskum fiski til lands, eitt nú útróðrarflotin, fara ikki at merkja stórar broytingar, tí sum nú er, standa flakavirkini seg ikki í kappingini um feskasta fiskin, tí verður hann útfluttur óvirkaður. Hetta fer tí ikki at verða ein trupulleiki fyri teir, ið framhaldandi fara at veita feskan fisk. Men tá verður gingið burtur frá, at komið verður við fiski, ið er meira enn fáar dagar gamal. Vit hoyra, at góðskan og haggreiðingin umborð á føroyskum skipum er vánalig. Hetta er lutvíst rætt, men haggreiðingini feilar onki. Tað er goymslan, ið spillir fiskin og stigvíst minkar um góðskuna. Við frysting steðgar tú allari niðurbrótandi prosessini, og tí verður góðskan varðveitt.
Sum eg nevndi í byrjanini, so er tað ein avgerandi faktorur fyri framburði, at man ikki pilkar eitt av omanfyrinevndu út úr hesari tilgongd, men at alt verður sett í verk við skili. Hetta er ein tilgongd, ið má skipast rætt.
Fígging
Síðstu mongu árini hava vit sæð, at bankavinnan hevur brúkt tað mesta av síni orku at fíggja flotan, so hvørt skip hava skift eigarar. Fígging til framburð ella menning hevur ikki ligið fremst. Tí kann hugsast, at landið átti at sett inn á ein ella annan hátt, soleiðis at heimaflotin og flakavinnan fáa eina lagaliga tilgongd at útvega fígging fyri at menna seg burturúr hesi fortíðarligu støðu, vinnan av mongum orsøkum er komin í, nú vit skriva 2011. Landið kundi sett inn við politiskum stabiliteti, ella við beinleiðis bankavirksemi, um tað er neyðugt.
Hetta er ein tilgongd, ið verður øllum føroyingum at frama.
Tað eru tríggjar orsøkir til at fáa hetta sett í verk sum skjótast:
1. Vit mugu skapa inntøkur fyri at varðveita og tryggja tað sosiala undirstøðukervið.
2. Við hesum tryggja vit Føroyum fíggjarligan stabilitet, so danska Fíggjareftirlitið ikki fær møguleikan at pantseta enn meira enn ta hálvu milliardina, ið longu er pantsett í eini komandi oljuvinnu.
3. Henda bjarging gevur fíggjarligar møguleikar og umstøður til útbúgving av okkara borgarum, ið m.a. eisini skal gera samfelagið til reiðar til eina komandi oljuvinnu.
Framtíðin er okkara, um vit bert tora at taka ímóti henni.