Fiskivinna

3 av 10

Fiskivinnan hevur verið høvuðsvinnan í Føroyum í langa tíð. Tað er hon enn, men gongur tað á sama hátt sum nú verður alivinnan skjótt høvuðsvinnan.
Alivinnan var í kreppu í nøkur ár. Hetta komst av sjúku, sum stóðst av vánaligari stýring frá almennari síðu og frá alarum sjálvum, samstundis sum prísirnir vóru niðurgangandi. Nú er alivinnan væl skipað og kastar nógv av sær, bæði til landið og tey , ið virka í henni.
Fiskivinnan kundi givið nógv meir, enn hon ger í dag, hetta kemst av ovfisking, og tí er alneyðugt at minka um flotan.
At ungir menn, ið fegnir vilja arbeiða 12 tímar ella meira, ikki tíma til skips, tí hetta gevur ov lítið, er eitt nóg gótt prógv um hetta.
Um eg komi á ting, vil eg virka fyri, at:

Fiskidagarnir verða fakkaðir, soleiðis at lønsemi kemur í fiskiflodan.
Stuðul til fiskivinnuna verður niðurlaðaður (tó ikki fiskimannafrádrátturin).
Bólkur 5 verður ikki skerdur meir.
Flest kg og mest kr fyri oljuliturin.
Fiskiloyvini verða ikki søluvøra eftir 1. januar 2018.

Vit sigla inn á ting

So javnt millum føroyingar Føroyar.