Fiskiveiðieftirlitið fer í næstum at seta tvey størv sum eygleiðarar umborð á fiskiskipum, og her er talan um føst størv. Størvini fevna eitt nú um at skráseta, skriva frágreiðing um fiskiskap og staðfesta, hvar fiskað verður.
Uppgávurnar hjá eygleiðarunum verða eisini at kanna og meta um veiðina, skráseta útblaking, hjáveiði og veiði av undirmálsfiski. Aðrar uppgávur eru at kanna fiskireiðskap og kanna dagbókaføring.
Fiskiveiðieftirlitið sigur í lýsingini eftir eygleiðarum, at uppgávurnar eisini fevna um at kanna veiði í hvørjum einstøkum háli, taka sýnir og fylgja við, um fylgisveinaeindin er virkin og sambært ásetingunum.
Eygleiðarar skulu eisini boða frá møguligum brotum á loyvistreytirnar.
Starvsheitið er eygleiðari, men hann ella hon, sum kemur í starvið, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir um starvið sum eygleiðari umborð á fiskiskipum skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi á miðdegi hin 15. mai.