- Vit hava staðfest, at ein stór nøgd av landingum í 2013 ikki eru fráboðaðar sambært kunngerð nr. 67 frá 16. mai 2012 um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Tað sigur Fiskiveiðieftirlitið, sum leggur aftrat, at slíkt als ikki kann góðtakast og má fáast í rættlag alt fyri eitt.
- Avgjørt verður tí, at allar vantandi fráboðanir skulu verða okkum í hendi seinast sjey dagar eftir dagfesting av hesum skrivi. Annars verða málini beind til fútan og kann væntast, at málið verður revsað við bót, smbr. § 10 í áðurnevndu kunngerð.
Fiskiveiðieftirlitið leggur aftrat, at samstundis verður varskógvað, at framyvir verða brot uttan ávaring beind til Føroya Landfúta.
Neyvari kunning um fráboðanar-og landingarviðurskifti kann lesast á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum www.fve.fo