Fiskiveiðusamráðingarnar eru truplar

Í seinastu viku, í hesi vikuni og í komandi viku eru fiskiveiðusamráðingar á embætismannastigi í London millum strandalondini. Samráðingarnar snúgva seg um kongafisk, svartkjaft og sild og næst á skránni standa makrelsamráðingarnar.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at samráðingarnar eru truplar.

- Vit hava havt eina avtalu við normenn í sambandi við svartkjaftin, at vit kunnu fiska ein part av makrelinum í norskum sjógvi. Henda avtalan er nú uppsøgd orsakað av stríðnum um makrelin, sigur Jacob Vestergaard.

Eisini gongur striltið at samráðast um sildina.

- Vit fáa ov lítlan part av sildini. Tað er torført at sannføra hini strandalondini um, at munandi størri partur er av sild í føroyskum sjógvi enn higartil hildið, sigur Jacob Vestergaard.

Hann væntar, at tað í minsta lagi fer at krevja fleiri samráðingarumfør fyri at fáa eina avtalu í lag, um tað yvirhøvur letur seg gera.