Bjarki Berg og aðrir skiparar á djúpvatnstrolarum vilja vera við, at russiskir svartkjaftatrolarar veiða ov nógvan kongafisk undir Føroyum. Hetta hevur við sær, at kongafiskurin hvørvur av teimum leiðum, sum djúpvatnstrolararnir dúva uppá, og sum er teirra fremsta álit í fiskiskapinum.
Elmar Højgaard, stjóri á fiskiveiðueftirlitinum, er tó ikki samdur við skiparunum í hesum uppáhaldi. Hann sigur, at tær kanningar, ið eftirlitið hevur staðið fyri, ikki vísa, at russisku trolararnir hava fingið ov nógvan kongafisk.
? Eg trúgvi ikki, at teir russisku trolararnir fáa so stórar nøgdir av kongafiski, sum ávísir skiparar vilja vera við. Vit hava gjørt nógvar kanningar, men vit hava ongantíð staðfest kongafisk í lastunum og í trolunum hjá teimum, sigur Elmar Højgaard.
Hann vísir samstundis á, at kanningarnar hjá teimum hava verið nøktandi.
? Tað er løgið, at vit ongantíð hava rakt við kongafisk umborð á russiskum skipum, tá vit hava gjørt kanningar. Tí eru vit ivaleysir í, at teir ikki hava stórar nøgdir av kongafiski umborð, sigur stjórin á Fiskiveiðueftirlitinum.
Fáa einki gjørt
Harafturímóti sigur Elmar, at teir einki kunnu gera við, at russisku trolararnir órógva fiskiskapin hjá føroysku bátunum. Hesum vísir hann ikki aftur, men fær einki gjørt. Trupulleikin er, at føroyingar nýta botntrol og russar flótitrol. Hesir veiðihættir hóska ikki saman, og tí verða bátarnir órógvaðir av hvørjum øðrum.
Higartil í ár hava russisku trolararnir ikki verið nógv í føroyskum sjógvi, og tí hava teir ikki gjørt so nógvar kanningar enn, men tað verður gjørt, nú russarar fara at royna vestanfyri á Mykinesgrunninum.
Bjarki Berg, skipari á Bresti, fílist á, at Fiskiveiðueftirlitið bara ger sínar kanningar um dagin. Hetta gevur ikki eina rætta mynd av veiðuni hjá russum, og tí er neyðugt at gera kanningar um náttina, tá kongafiskurin svimur uppi í sjónum.
Elmar sigur, at teir higartil kanska ikki hava gjørt nóg nógvar kanningar um náttina, men hetta verður gjørt í størri mun í næstum.
? Vit royna altíð at hava tað í huga, sum skiparar og onnur innan fiskivinnuna royna at vísa á.
Tað eru Brimil og Tjaldrið, ið saman við donsku verjuskipunum taka sær av eftirlitinum kring Føroyar.