Fyrr í hesi vikuni frættist, at svartkjaftaskip, sum royna sunnarliga í føroyskum sjógvi, hava havt trupulleikar við íblanding av makreli í veiðini. Tað er serliga í myrkrinum, at hesir trupulleikar hava verið. Fiskiveiðieftirlitið veit um hesar trupulleikar, og herfyri var Tjaldrið á svartkjaftaleiðunum, har eftirlitsfólk vóru umborð á fleiri skipum, bæði føroyskum og útlendskum.
Jóhan Simonsen, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum, váttar, at nøkur av føroysku skipunum hava fingið upp í eini 50 tons av makreli av eini last upp á 900 tons.
Hann vísir á, at tá so nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi, er trupult hjá skipunum at sleppa heilt undan makrelinum.
- Føroysku skipini, sum hava havt makrel sum uppíblanding, hava landað fiskin til matna. Nøgdirnar verða skrásettar og tiknar burtur av kvotunum hjá hesum skipum. Sama er galdandi við uppíblanding av makeli hjá útlendsku skipunum, sum í løtuni veiða svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Jóhan Simonsen vísir á, at londini, sum Føroyar samstarva við á fiskivinnuøkinum, øll hava sínaámillum avtalur um fult gjøgnumskygni, og eftirlitsfólk hava frítt at ferðast millum londini.
- Vit hava formellar eftirlitsavtalur við eitt nú Danmark, Noreg og ES, og vit hava neyvt samstarv um eftirlit við onnur lond, sum samstarvað verður við, sigur fulltrúin á Fiskiveiðieftirlitinum.
Jóhan Simonsen sigur, at hvørki føroysk, íslendsk ella norsk skip hava loyvi at sleppa fiski í havið aftur, og í aðrar mátar eru øll londini í fiskivinnusamstarvinum samd um, at fult gjøgnumskygni skal vera í fiskiveiði og landing av fiski.











