- Fiskiveiðieftirlitið er ørindadrongur hjá reiðarunum.
Tað sigur Føroya Fiskimannafelag, sum heldur, at reiðarar fáa góða hjálp frá Fiskiveiðieftirlitinum at spæla myrkaspæl, sum felagið tekur til. Víst verður til avtalu um makrelfiskiskap í føroyskum sjógvi, sum felagið hevur gjørt við reiðararnar. Felagið heldur, at henda avtala í fleiri førum er brotin, men at tað er sera trupult at prógva hetta.
- Tað er nærum ógjørligt hjá Fiskimannafelagnum at handheva avtaluna, tí felagið fær ikki fatur í neyðugu skjølunum.
Lagt verður aftrat, at reiðarar gera seg tvørar og fáa nú eisini góða hjálp frá Fiskiveiðieftirlitinum.
- Eitt dømi er trolarin Edna, sum felagið júst hevur tikið arrest í, tí reiðaríið í 2011 ikki avroknaði manningina sum fyriskrivað í makrelavtaluni. At arrest er tikin, merkir, at skipið ikki kann seljast av landinum, fyrr enn málið - útistandandi við manningina - er fingið í rættlag.
Fiskimannafelagið sigur, at arrestin er gjørd, tí felagið við vissu veit, at manningin ikki hevur fingið ta upphædd fyri makrelfiskiskapin, sum hon skuldi.
- Vit hava muntliga biðið reiðaran um avrit av mynstringarlistum og avreiðingarseðlum, sum kunnu skjalprógva, hvat veruliga er farið fram, men til fánýtis. Síðani hava vit vent okkum til Fiskiveiðieftirlitið fyri at fáa mynstringarlistarnar.
Felagið sigur, at higartil hevur tað verið siðvenja, at Fiskiveiðieftirlitið hevur latið felagnum teir mynstringarlistar, sum biðið er um.
- Nú siga tey knappliga nei, tí Fiskiveiðieftirlitið letur ikki mynstringar til triðjapart. Tað er svarið hjá eftirlitinum, sum vísir til ásetingarnar í lógini um innlit í fyrisitingina. Men til hetta er at siga, at tað í einum øðrum máli fyri bara góðum mánaði síðani varð sligið fast við landsrættardómi, at Fiskimannafelagið hevur rætt til at umboða fiskimenninar. Við øðrum orðum er Fiskimannafelagið ikki nakar triðipartur, men beinleiðis partur í málinum.
Fiskimannafelagið sigur, at Fiskiveiðieftirlitið kortini heldur fast við sína avgerð uttan at grundgeva fyri, hví tey knappliga hava broytt mannagongd.
- Vit duga ikki at síggja annað enn, at hesin almenni myndugleiki nú rennur ørindi fyri reiðararnar, og felagið hevur nú kært avgerðina hjá Fiskiveiðieftirlitinum um at nokta innlit í mynstringarlistarnar til Løgtingsins umboðsmann, sigur felagið.
Myndin er tilvildarlig.